Línubátarnir forrenta lítla skuld

- Hýrusáttmálarnir hjá línubátunum eru so dýrir, at hesir saman við høgum agnútreiðslum gera, at línubátarnir forrenta onga skuld, sigur Anfinn Olsen, reiðari

Fiskivinna

Nú upsaprísurin er lágur, og útlitini hjá partrolarunum ikki eru serliga bjørt, hevur ofta verið havt á lofti, at línuskipini teljast millum tey, sum standa seg best.
Og ivaleyst er tað rætt.
Men hetta er ikki øll søgan, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Hann sigur, at hóast tíðin hevur verið við línuskipunum seinastu árini, so vita teir, sum fáast við línu, at hesi skipini renta lutfalsliga lítla skuld.
Anfinn vísir á, at hýrusáttmálin er rættiliga kostnaðarmikil fyri hesi skipini, og haraftrat kemur, at agnið er rættiliga dýrt.

Melur bara

Hann sigur, at raksturin hjá línuskipinum, Stapanum, sum kom higar til lands fyri gamla Stapan í 2002, so dánt hekk saman í fjør, hóast fiskiskapurin hevur verið hampiliga góður.
- Tá ið hetta er tann parturin av ísfiskavinnuni, sum kanska hongur eina frægast saman, er ikki nógv at geva av.
Anfinn Olsen heldur tí ikki, at línuskipini forrenta nakra serliga skuld, soleiðis sum umstøðurnar hjá hesum skipum eru.