Línuskip landa í Klaksvík

Fiskivinna

Í morgun hevur landingarmiðstøðin í Klaksvík landað línuskipið, Froya. Teir høvdu eini 70.000-80.000 pund, meginparturin toskur og hýsa.
Toskurin er seldur um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya.
Froya fekk 22,70 og 22,00 krónur fyri ávikavist tosk 1 og tosk 2. Fyri tosk 3 og tosk 4 fingu teir góðar 18 og góðar 15 krónur fyri kilo.
Norðfra í Norðdepli keypti alla hýsuna og sum skilst, fekk Froya 10,50 krónur fyri hýsu 3, sum Froya hevði mest av.
Pól Fuglø á landingarmiðstøðini í Klaksvík sigur, at toskaprísurin sum heild er rættiliga støðugur, og í seinastu viku vóru prísirnir á hýsu eisini góðir.
- Í dag er einki samband av landinum, og tað merkist, tá ið hýsan verður seld, tí tá eru útflytararnir ikki so "grammir", sum hann tekur til.
Pól Fuglø veit at siga, at línuskipini, Helena og Núpur, landa í morgin.
- Helena hevur verið í Íslandi, men tað hevur viðrað illa har yviri hendan túrin.
Pól Fuglø heldur, at Helena hevur eini 70.000-80.000 pund, men veit ikki, hvussu nógv Núpur hevur inni.