Hósdagin og fríggjadagin landaðu fleiri línuskip á Toftum. Skipið, sum hevði størstu lastina, var Mascot, sum hevði 125.000 pund. Fríggjamorgunin seldi Sandshavið, sum er fyrrverandi Fugltúgvan, um telefonsøluna hjá Fiskamarknaði Føroya. Teir løgdu veiðina upp á Toftum, og hon vá 34.180 pund.
Sambært heimasíðuni skipini.fo, sum eitt nú hevur tíðindini frá sandsportalinum, hevur Sandshavið roynt á leiðunum við Føroya Banka. Teir byrjaðu túrin hin 10. mars.
Havbúgvin og Mascot landaðu eisini á Toftum fríggjadagin. Havbúgvin hevði 60.460, og Mascot hevði 125.500 pund. Teir hava báðir verið undir Íslandi.
Hósdagin landaði Reynsatindur 43.124 pund, Sigmund 65.028, Kambur 48.520, Vesturhavið 43.540 og Stapin 44.780 pund.