- Seks línuskip eru á Ìslandsrygginum og á Byrenbanka og fiska. Veiðan er mest toskur, svartkalvi og so nakað av blálongu og lira.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at nøkur línuskip koma inn at landa miðskeiðis í vikuni sum kemur, men neyvan koma øll skipini inn í næstu viku.
- Tvey línuskip eru eisini á Munkagrunninum og fáa mest av longu og brosmu. Møguliga landar annað av hesum skipum seint í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at tvey føroysk frystilínuskip fiska í grønlendskum sjógvi, eitt er undir Føroyum og eitt frystilínuskip liggur við bryggju.
- Bæði streymur og veður verða til vildar í næstu viku, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er framvegis vánaligur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.