Línuskipini gera helst ein stuttan túr

Hóast streymurin verður sera harður, sum næsta vika gongur, verður kortini roknað við útróðri, tí veðrið verður brúkiligt.

Flestu ísfiskalínuskip eru til fiskiskap, men fleiri eru nýliga byrjaði nýggjan túr. Væntandi er tó, at fleiri línuskip koma inn aftur longu í næstu viku, tí streymurin verður sera harður, sum vikan gongur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at ísfiskalínuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og so fáa tey eisini nakað av brosmu og skøtu. Sagt hevur verið frá góðum fiskiskapi við húki.

 

Útlitini til útróður í næstu viku eru hampilig, tó at streymurin verður harður. Veðrið sær hinvegin út til at gerast brúkiligt, og tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri.