MAKRELUR
Tað eru bert tveir skipabólkar, sum í fjør ongan lut fingu í makreltilfeinginum undir Føroyum. Hesir vóru línu-og garnaskipini.
Hóast hvørgin av hesum skipabólkum hevur møguleika at veiða makrel, vilja línuskipini nú eisini gerast partur av hesum tilfeingi.
Sosialurin veit, at Felagið Línuskip hevur sent skriv til Fiskimálaráðið, har felagið ynskir at fáa lut í makreltilfeinginum.
Men hvussu kunnu línuskip so fáa nakað burtur úr hesum, tá makrelur ikki verður veiddur við línu?
Soleiðis, sum Sosialurin hevur skilt, ynskir Felagið Línuskip at gerast partur av hesum tilfeingi, og fáa línuskip tillutaða kvotu, kunnu feløgini, sum eiga skipini, fáa aðrar skipabólkar at veiða kvotuna fyri seg og soleiðis fáa nakað burtur úr.
Neyvan dyrging
Í fjør heyst vórðu royndir gjørdar at dyrgja eftir makreli í føroyskum sjógvi. Slíkar royndir hava verið gjørdar seinnu árini, men hava ivaleyst ikki eydnast so væl, sum ynskiligt hevði verið.
Tað er neyvan dyrging, ið teir, sum eiga línuskipini, hugsa um.
Bæði í Noreg og Íslandi er veiða við dorg eftir makreli vorðin týðandi fyri útróðrarmenn, og serliga í Noregi hevur makrelur verið veiddur við dorg í nógv ár
Sosialurin hevur skilt, at útróðrarmenn í Noregi árliga veiða eini 20.000 tons av makreli um árið, og tað hevur eisini ljóðað, at íslendskir útróðrarmenn veiddu eini 12.000 tons við dorg í fjør.