Lánveitarar noyddu Wenger at halda fram

Nakrir bankar høvdu sína ávirkan á, at Arsène Wenger ongantíð fór til annað felag.

Nógvar eru atfinningarnar mótvegis garvaða og 66 ára gamla venjaranum hjá Arsenal, Arsène Wenger. Talið av Arsenal-fjepparum, ið vilja hava Wenger frá, hækkast støðugt. Hetta fer helst at síggjast aftur í heimadystinum hjá Arsenal seinni í dag ímóti Norwich, har ymsir fjepparabólkar hava ætlanir um at hava skeltir við við tekstinum "Time for change. Arsenal is stale, fresh approach needed".

 

Hetta kann tulkast sum ein beinleiðis áheitan til Wenger um at leggja frá sær, men treiski fraklendingurin er ikki samdur við fjepparunum. Hann heldur, at harða viðferðin frá fjepparunum er órímilig, og eisini vísir hann á, at hann áður hevur víst trúskap ímóti felagnum, tá ið støðan hevur verið minni góð.

 

- Tá ið Emirates Stadium varð bygt kravdu bankarnir, at eg skuldi undirskriva fimm ára sáttmála. Bankarnir ynsktu ítróttarligt støðufesti, so vit høvdu ein møguleika at rinda kostnaðin fyri leikvøllin. Vilja tit vita, hvussu nógv feløg eg segði nei við í hesum tíðarskeiðnum? Eg bleiv verandi í Arsenal undir torførum umstøðum, og eg haldi tað ikki vera rímiligt, at fólk finnast at, at vit ikki vunnu meistaraheitið í hesum tíðarskeiðnum, segði Wenger speiskur á málinum, tá ið hann tosaði á tíðindafundi í gjár.

 

Byggingin av Emirates Stadium byrjaði í 2004, og stóð snøggi leikvøllurin liðugur í 2006. Sambært leysasøgum vóru tað feløg sum Real Madrid, Barcelona og Manchester City, ið Wenger segði nei við, tá ið hann bant seg til Arsenal í teimum árunum, har skuldin hjá felagnum var stór orsakað av dýra leikvøllinum.