Øl og vín í handlarnar takk

Ein kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt, vísir púra greitt, at ein stórur meiriluti av føroyingum heldur, at tíðin er komin til at lata øl og vín út í handlarnar at selja

Ein spildurnýggj kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt um sølu av rúsdrekka í Føroyum, gevur í fleri førum nakrar fullkomiliga greiðar ábendingar.
Spurningarnir vóru fýra í tali.
• Hvussu oftani ert tú í eini av deildunum hjá Rúsdrekkasølu Landsins?
• Hvør er orsøkin til, at tú ikki ert oftari í eini av deildunum hjá Rúsdrekkasølu Landsins?
• Hvussu ert tú nøgd/ur við úrlavið av vørum hjá Rúsdrekkasølu Landsins?
• Hvør er tín støða til sølu av rúsdrekka í Føroyum?
Áhugaverdi spurningurin í kanningini er sjálvandi hesin fjórði. Og sigast má, at úrslitið sanniliga er áhugavert, og má geva orsøk til umhugsni í kjakinum um framtíðar rúsdrekkapolitikk í Føroyum.
Innan bólk fýra eru spurningarnir fleiri. Tveir teirra eru: » Øl og vín skal kunna keypast í vanligu matvøruhandlunum« og »Øl, vín og brennivín skal kunna keypast í vanligu matvøruhandlunum«, og her er úrslitið hugvekjandi.
30% svara, at rúsdrekka skal kunna keypast so sum nú er, 5% vita ikki, meðan heili 62% ynskja, at tað skal kunna keypast í vanligu matvøruhandlunum.
At tað finst ein meiriluti fyri, at øl og vín verður latið út í handlarnar at selja, høvdu tey flestu helst ein varhuga av framman undan, men at hann er so stórur, sum kanningin hjá Gallup Føroyar bendir á, kemur helst óvart á tey flestu.

Sundurbýti
Kanningin er býtt sundur í fleiri undirspurningar, bæði hvussu ofta fólk yvirhøvur eru í Rúsuni, á aldursbýti, ja, sjálvt á útbúgving.
Sum heild kann sigast, at kanningin vísir, at tess oftari fólk eru á einari av deildunum hjá Rúsdrekkasølu Landsins, tess størri er meirilutin fyri, at alt verður latið leyst út til handlarnar at selja. Tó skal viðmerkjast, at heili 15% av teimum, sum ongantíð eru í Rúsuni, mæla til, at øl, vín og brennivín skal kunna keypast í vanligu matvøruhandlunum.
Talið fyri tey, sum eru ávikavist minst eina ferð um vikuna og 1-3 ferðir um mánaðin er 56% og 54%.
Í bólkinum øl og vín í handlarnar eru tað hinvegin tey, ið vitja Rúsuna 1-3 ferðir um árið, ið eru flest í tali, nevniliga 42%. Har er talið ávikavist 34% og 31% hjá teimum ídnastu vitjandi.
Ikki óvæntað eru tey í meiriluta, 54%, sum ongantíð vitja Rúsdrekkasølu Landsins, ið vilja hava støðuna so, sum hon er.
Yvirlit yvir status quo – tey, sum vilja varðveita úrsøluna av rúsdrekka so sum hon er – vísir ikki óvæntað, at 54% vitja ongantíð í Rúsuni, 41% minni enn einaferð um árið og 25% 1-3 ferðir um árið.

Útbúgving ávirkan
Kanningin, býtt á aldursbólkar, vísir, at tess yngri fólk eru, tess størri er ynskið at sleppa søluni av rúsdrekka leysum. Tó er eitt lop í aldrinum 50-59 ár.
Tey, sum vilja hava øl, vín og brennivín í vanligu matvøruhandlarnar, eru 43% í aldrinum 15-24 (einki er viðmerkt um, hví fólk, ið ikki hava loyvi at keypa rúsdrekka, eru við í kanningini), 42% í aldrinum 25-39, 28% í aldrinum 40-49 ár, so eitt lop upp í 38% í aldrinum 50-59 og niður aftur á 28% í aldrinum yvir 60 ár.
Tendensurin er hin mótsatti, tá tað ræður um at varðveita verandi útsølupolitikk.
Men tað eru so mong viðurskifti, sum ávirka meiningarnar um, hvussu sølu- og rúsdrekkapolitikkurin í síni heild skal verða. Eisini útbúgving hevur eina ávirkan.
Meðan útbúgving ikki tykist at hava stóra ávirkan á, antin øll rúsdrekkasøla – tað vil siga øl, vín og brennivín – skal út í vanligu handlarnar at selja, so er ábendingin greið um, at tess betri útbúgvingin er, minni er undirtøkan fyri at varðveita verandi útsøluskipan.
Í bólkinum »Enn longri útbúgving(meiri enn seks ár eftir lokna student.)« ynskja bert 11% at varðveita verandi søluskipan, meðan heili 68% ynskja øl og vín í handlarnar, og 7% brennivín eisini. Tað merkir, at heili 75% av føroyingum við hægstu útbúgving ynskja fría rúsdrekkasølu.
Niðurstøðan av hesi kanningini hjá Gallup Føroyar er tískil rætiliga greið: Tað er stórur meiriluti við ikki bert at fáa øl og vín í handlarnar, men eisini til rætt og slætt at seta fría rúdrekkasølu í gildi í Føroyum.