Danska bryggjaríið Carlsberg hevur saman við einum íløgugrunni keypt helmingin av einum bryggjaríi í fjallalandinum Tibet.
Lhasa Brewery er tað størsta bryggjaríið í Tibet og hevur umleið 45 prosent av tí heimliga marknaðinum. Í fjør seldi bryggjaríið øl fyri einar 120 milliónir krónur, og avlopið var oman fyri 30 milliónir krónur. Carlsberg skal nú eiga Lhasa Brewery saman við einum øðrum felag, men leiðslan í danska felagnum vil ikki siga, hvat hon hevur goldið fyri helmingin av partabrøvunum.
Árliga verða 730.000 hektolitrar av øli bryggjaðir í Tibet, og árliga nýtslan er oman fyri 18 litrar upp á fólkið. Til samanberingar kann nevnast, at danir drekka næstan 97 litrar av øli í part um árið.