Hevur tú hug at dansa tango - ella vilt tú læra tað, so hevur tú nú møguleikan, tí vikuskiftið 28.-30. august verður tangodansiskeið í Sjónleikarhúsinum í Havn - við tangodansilærara úr Århus.
Áhugin fyri tango er rættuliga farin at gera um seg í Danmark. Alt byrjaði við, at tangoinstruktørurin Michael Rühl í 1991 varð boðin úr Berlin til Århus at læra århusianar at dansa tango. Her lærdu tey fyrstu áhugaðu tangodansin, sum ikki er tann tangodansur, sum vit kenna frá dansiskúlum og framførslum í sjónvarpi. Her er talan um upprunatangodansin úr Argentina, har einki er avtalað frammanundan - allur dansurin verður improviseraður til tónleikin.
Sum tíðin leið varð skipað fyri fleiri work-shops og tangoveitslum í århus, og í fjør var Siri Eysturoy í Havn á skeiði í Århus, har hon í eina heila viku lærdi at dansa tango.
? Mær dámar so væl at dansa tango, at eg vil sleppa at dansa aftur, sigur hon.
Í dag er tangodansurin sera væl umtóktur í Århus, og skipað verður fyri regluligari undirvísing.
Fyri at styrka áhugan fyri hesum »nýggja« dansi, var Tangoakademiið stovnað í Århus í apríl 1997.
Nakað við
kenslur at gera?
? Tango er eitt spæl hjá monnum at vinna dámuna. Talan er um ein kenslubornan dans - ein dans, ið hevur nakað við samskifti og kenslur millum mann og kvinnu at gera, siga tær báðar, Siri Eysturoy og Gunnhild á Rógvu Olsen, sum hava fyrireikað skeiðið.
Tær báðar kundu sera væl hugsað sær at fingið skapt eitt tangoumhvørvi í Føroyum.
? Niðri hevur hetta rættuliga vundið upp á seg, og har eru eitt nú fleiri tangocafé?ir. Vit kundu hugsað okkum, at vit, sum fara at taka lut á skeiðnum, kundu hitst regluliga til dans í framtíðini, siga tær báðar.
Stórur áhugi
Skeiðið byrjar fríggjakvøldið 28. august við at greitt verður frá tangodansi, og síðani verður dansað tango restina av vikuskiftinum.
Tær báðar hava merkt stóran áhuga fyri skeiðinum longu nú, áðrenn tær rættuliga hava gjørt vart við skeiðið.
? Vit vóna at eini 25 pør tekna seg til skeiðið, siga tær og leggja dent á, at tað skulu vera pør, ið koma.
? Tað er alt so ósjarmerandi, um tað verður kvinnur, sum fara at dansa við kvinnum, sigur Siri, sum kortini leggur afturat, at tað eru longu fleiri, sum hava boðað frá, at tey leita eftir maka - og her er eisini talan um menn?!
Kendur lærarai
Tað verður tann kendi danski tangodansilærarin, Gunner Svendsen, sum saman við konuni fer at undirvísa á skeiðnum. Onkur kennir kanska Gunner Svendsen frá árligu dansivikuni í Sønderborg, har hann plagar at undirvísa.
Siri og Gunnhild siga, at verður áhugin nóg stórur, so verður skipað fyri fleiri slíkum skeiðum í framtíðini - og so er eingin ivi um, at tað verður dansað tango í Havnini í framtíðini. Og fyri at tangodansurin skal stimbrast og nørast er neyðugt javnan at skipa fyri skeiðinum.
? Men hvør kann so koma á skeiðið?
? Tað kunnu øll, ið hava hug at dansa - og tær nýtist als einki at vita um tango áðrenn - skeiðið er á byrjunarstøði, siga tær báðar.
Tey, ið hava hug at tekna seg til skeiðið, kunnu gera tað við at ringja til Siri á telefon 310506 ella 310761 ella hjá Gunnhild á telfon 318706. Kostnaðurin fyri hvønn er 250 krónur.
Sum so er einki aldursmark, men tær halda, at tú skalt í minsta lagi vera 16-18 ára gamal ? tá tú hevur fingið samband við kenslurnar, siga tær.