Læra at handfara konfliktir

Eitt av skeiðunum, sum skeiðstovan Kvasir bjóðar í november snýr seg um, hvussu vit skilja og handfara konfliktir á arbeiðsplássinum

Tað verður ein donsk kvinna, sum eitur Lene Bilde Jacobsen, sum bæði er arbeiðs- og organisatiónssálarfrøðingur og sertifiseraður konfliktvegleiðari, sum verður skeiðsleiðari. Hon hevur fingist nógv við hetta, sum danir kalla "konflikthåndtering".
Skeiðið snýr seg snøgt sagt um, at skilja konfliktir, at møta konfliktum, ikki-harðligt samskifti og samskiftis- og konfliktvenjingar. Og tað gevur møguleika til at fáa tosað um og ment, hvussu konfliktir verða handfarnar á arbeiðsplássinum og skapa eitt trygt forum, har fólk kunnu venja eitt meira tilvitað samskifti.
Lene Bilde Jacobsen greiðir frá, at skeiðið tekur støði í veruligum konfliktum, sum luttakararnir hava verið í.
? Á tann hátt fært tú eitt livandi kjak, har luttakararnir rættiliga kunnu vera við í skeiðinum, sigur Lene Bilde Jacobsen.

Ymisk stig
Tá tosað verður um konfliktir, er tað at samanbera við eina trappu. Lene greiðir frá, at konfliktir kunnu vera á ymsum stigum. Og við støði í teimum ymsu stigunum verður kjakast um, hvør máti at handfara konfliktina uppá er tann rætti.
Skeiðið tekur somuleiðis spurningar upp, sum til dømis, hvat ein konflikt er, hvørjum støði er hon á, hvørji eyðkenni eru fyri tær ymsu konfliktirnar og útfrá tí, kunnu luttakararnir kjakast og gera ymsar royndir.
Eitt tílíkt skeið vendir sær fyrst og fremst til leiðarar og leiðslu, men Lene dylir ikki fyri, at tað so avgjørt eisini kundi verðið gott fyri starvsfólk.
? Hetta kann eisini nýtast í privatlívinum hjá einum, tí har eru jú minst líka nógvar konfliktir, á ein øðrvísi hátt, men í prinsippinum er mátin at handfara tær uppá tann sami, sigur Lene Bilde Jacobsen.
Tá ein konflikt kemur fyri millum tvey starvsfólk, er tað upp til leiðaran ella stjóran at virka sum semingsfólk. Í hvønn mun veldst um, hvussu umfatandi konfliktin er.
? Eitt semingsfólk eigur ikki at vera í parti við nøkrum, men heldur duga at síggja støðuna, sum hon er og virka útfrá tí. Og tað er tað, sum luttakararnir læra á einum tílíkum skeiði, sigur Lene Bilde Jacobsen.
Skeiðið um konfliktir verður tann 9.november frá klokkan 9 til 16.