Í døgunum 29. juni til 6. juli verður skeið í at seyma skinn. Hetta er ein máti at seyma skinn saman, sum norðmenn hava gjørt í øldir. Tað er Sirri í Vági, sum stendur fyri skeiðnum, og hava tey fingið Ingrid Strand úr Noreg at halda skeiðið.
Ingrid er væl kend í Noreg, har hon í drúgva tíð hevur arbeitt við aldargamla siðnum. Umframt skeiðið, verður talan eisini um áhugaverdan fyrilestur, har ríka søgan handan skinnfell eisini verður verður lýst.