Lúðraljóð úr ljóðligum látri

Hans Petur í Brekkunum er aftur á dagsskránni og fløgutøkur og hesaferð snýr tað seg um eina upptøku, sum er gjørd á eini ferð við Norðlýsinum í Klæmintsgjógv fyri ári síðani

Tónleikur
n


Grottokonsertirnar eru nakað fyri seg og tað er nýggja fløgan hjá Hans P. í Brekkunum eisini. Vakurt og flott at Hans Petur finnur útav at geva hesi útferð eina aðra verð (deminsjón er eitt mótaorð) . Hans Petur verður bara betri og betri.
Hans Petur hevur verið ferð við Norðlýsinum og burturúr er komin ein upptøka í Klæmintsgjógv. Hans Petur er óivað ein hin dugnaligasti blásarin í nýggjari føroyskum tónleiki, hann eigur gávurnar og fram um alt, so er hann fjøltáttaður.
Á fløguni Látraljóð sleppa vit við á eina ferð. Ein ferð og uppliving, sum var gjørd fyri ári síðani.
Men við at taka konsertina upp, er hetta greitt fyri eftirtíðina eisini, og tað er at fegnast um, tí handa konsertin í hellinum hevur verið ein av teimum góðu.
Hans Petur spælir væl á saxofon og hevur góða rødd og á fløguni koma bæði til sín rætt.
Einki er sum summarkvøld við strendur.
Tað er annað lagið á fløguni og tað verður so sanniliga staðfest á fløguni, at hesi kvøld eru nakað fyri seg.
Sum ein mjørkapípa byrjar hann við saxofonini at spæla sær og bergmálið er við frá fyrstu stund í góðum samspæli. Meira og meira verður lagt omaná og einaferð hoyra vit hetta vælkenda lag og seinni eisini I skovnes dybe stille ro.
Sera floltt er tá Hans Petur tekur hornið frá munni og byrjar at leika við røddini, umframt bergmál og saxofon.
Tá fær konsertin ein annan dám og eina løtu eru vit á heiðunum í USA millum indiánar.
Fyrst er sjálvandi bergmál, ið svarar, men seinni finnur Hans Petur uppá at gera hetta til eitt samspæl, ein duo ella kanska trio. Og tað er í veruleikanum flottasti parturin av hesi uppliving.
Jú, grottokonsertirnar eru nakað fyri seg. Tað ber til at seta seg í ein djúpan stól í stovuni og uppliva tað sama, tá ein hevur eina fløgu sum hesa, tí tónleik-arin er førur fyri at reisa seg frá fløtu fløguni og geva lurtaranum fleiri løg(!), fleirfalt tónavirksemi.
Og um nakað er grótføroyskt, so er tað hetta.
Eg vildi sagt, at slíkt er nakað, ið er eingangs og skal upplivast. Men eg má boyggja meg og staðfesta, at henda fløgan er nakað, ið skal hoyrast ? og upplivast.
Tað eru løtur, har orð ei røkka!