Magni Laksáfoss fekk eitt rættiliga gott fólkatingsval, ið kann benda á eitt líknandi gott val til løgtingsvalið. Um populariteturin hjá honum verður staðfestur við eitt løgtingsval, so er neyvan nakar ivi um, at hann framyvir telist millum sterku menninar í Sambandsflokkinum. Verður lagt afturat, at Sambandsflokkurin møguliga verður størsti flokkur á tingi, so er Magni Laksáfoss nærum óundansleppiligur í einum komandi landsstýri.
Tí hava fleiri av mótstøðumonnum hansara hesa seinastu tíðina roynt at kasta runu á hvítu skjúrtuna hjá Magna Laksáfoss. Hann og hansara meiningar mugu dálkast mest møguligt, soleiðis at hann ikki kemur at standa so sterkur eftir løgtingsvalið. Og higartil hevur dálkingartaktikkurin serliga ligið í samanberingini við Bárð Nielsen, ið eftir øllum at døma hóskaði betri inn í krammið hjá hinum samgonguflokkunum.
Einans norðoyingar vilja skattalætta
Serliga er tað skattaspurningurin, ið liggur í buktini. Bárður Nielsen arbeiddi sum fullblóðs liberalistur fyri at minka um skattatrýstið. Tað er sjálvandi nakað, ið vanliga vil hóska væl inn í politisku ynskini hjá høgravendum veljarum. Men Magni Laksáfoss er hugsjónarliga nærum tað umvenda av sínum undangongumanni. Magni Laksáfoss hevur fingið hugsjónina um afturhaldandi og regulerandi fíggjarpolitikk inn í føroyska kjakið, og tað er nakað, ið hóskar betri til politisku ynskini hjá vinstravendum veljarum.
Ein veljarakanning, ið Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, vísir, at heili 65 % av veljarunum, ið hava tikið støðu, ynskja ikki skattalætta í komandi valskeiði, meðan 35 % hinvegin ynskja skattalætta. Serliga er tað í Norðurstreymoy og Suðurstreymoy, at mótsøðan móti skattalætta er størst. Her ynskja umleið 7 av 10 ikki skattalætta. Men eisini í Suðuroy, Sandoy, Vágunum og Eysturoy ynskja umleið 6 av 10 ikki skattalætta.
Einans í Norðoyggjum er skattalættin høgt í kurs. Her ynskja heili 64 % av fólkafloksveljarunum, ið hava tikið støðu, at skattalætti skal latast í komandi valskeiði.
Eigur komandi landsstýri
at geva fleiri skattalættar? Øki Ja Nei Suðuroy 41% 59% Sandoy 40% 60% Suðurstreymoy 29% 71% Norðurstreymoy 26% 74% Vágar 39% 61% Eysturoy 37% 63% Norðoyggjar 64% 36% Tey, ið hava svarað ”veit ikki”,
eru ikki við í prosentútrokningini
Tað er ikki nakar avgerandi munur á kynunum viðvíkjandi skattalætta. Tó eru tað nakrar fleiri kvinnur enn menn, ið siga seg ynskja skattalætta. 4 út av 10 kvinnum ynskja skattalætta, meðan 3 av 10 kvinnum ynskja skattalætta í komandi valskeiði.
Heldur rakstur enn íløgur
Men eitt er at tálma vøksturin við at varðveita skattatrstið og harvið at leggja hald á part av peningarenslinum í samfelagnum. Onnur fíggjarpolitiska skrúvan er almenna nýtslan. Tá búskapurin byrjar at kóka yvir, eigur tað almenna at halda aftur við rakstri og íløgum. Spurningurin er so bara um man skal velja at spara í rakstri, íløgum ella í báðum.
Magni Laksáfoss gjørdi seg kendan upp á sítt uppskot um at útseta Sandoyartunnilin til verri tíðir. Í farnu samgonguni var tó ikki semja um hetta, og mett varð rættari eisini at hyggja eftir sparingum í rakstrinum. Trupulleikin við hesi støðutakan er tó, at tað mesta av rakstrinum er lógar- og sáttmálabundið og tískil ikki kann broytast frá degi til dags. Íløgur kunnu hinvegin gerast, strikast ella avtakast við stuttum skoðbráði.
Og tað tykist vera gingið upp fyri veljarunum, at tað ikki er í rakstrinum, at sparast skal, men heldur í íløgunum. 62 % av teimum spurdu, ið hava tikið støðu, halda at tað heldur eigur at sparast í íløgum enn í rakstri. Serliga í Norðurstreymoy er hetta tíðiligt. 7 út av 10 stuðla hesum sjónarmiði. Men eisini í Suðuroy, Vágunum, Suðurstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjum eru umleið 6 út av 10, ið, ið heldur vilja spara í íløgum enn í rakstri.
Í so máta hevur fíggjarlógaruppskotið rakt rætt, tí meðan raksturin er hækkaður við umleið 200 miljónum, eru íløgurnar minkaðar við umleið 100 miljónum.
Einasta øki í landinum, har veljarin heldur vil síggja sparingar í rakstri enn í íløgum er Sandoyggin, har einans 4 út av 10 ynskja at spara í íløgum heldur enn í rakstri. Men her eru tølini so smá, at tey tíverri ikki eru so álítandi.*
Eigur landið heldur at spara
í almenna rakstrinum enn í
íløgum í vegir og tunnlar? Øki Ja Nei Suðuroy 34% 66% Sandoy 60% 40% Suðurstreymoy 37% 63% Norðurstreymoy 30% 70% Vágar 36% 64% Eysturoy 39% 61% Norðoyggjar 43% 58% Tey, ið hava svarað ”veit ikki”,
eru ikki við í prosentútrokningini
Fólkafloksveljarar heitastir fyri at spara rakstur
Tað eru tey, ið siga seg vilja velja Fólkaflokkin, ið ynskja heldur at spara í almenna rakstrinum enn í íløgum í vegir og tunnlar. Men heldur ikki her er tað sannførandi. Fólkafloksveljarar standa umleið á jøvnum.
Miðflokkaveljarar eru eisini rímiliga samdir við Fólkafloksveljarar. Her ynskja 45 % heldur at spara í almennum rakstri. Fyri hinar flokkarnar eru tað umleið 3 til 4 út av 10 veljarum, ið ynskja heldur at spara í almennum rakstri enn í íløgum í vegir og tunnlar.
Eigur landið heldur at spara
í almenna rakstrinum enn í
íløgum í vegir og tunnlar? Siga seg velja Ja Nei Fólkaflokkin 49% 51% Sambandsflokkin 38% 62% Javnadarflokkin 27% 73% Sjálvstýrisflokkin 23% 77% Tjódveldisflokkin 39% 61% Midflokkin 45% 55% Miðnámsflokkin 38% 63% Tey, ið hava svarað ”veit ikki”,
eru ikki við í prosentútrokningini
Læran hjá Laksáfoss vunnið frama
Tað bendir á, at Magni Laksáfoss hevur rakt rætt við sínum politikki. Hetta varð fyrst staðfest á fólkatingsvalinum, og nú bendir á, at veljarin sum heild tekur undir við hansara hugsjón. Tað má sigast at vera ein góð vitan at fara á val við.
Sambandsflokkurin hevur jú roynt at standa sum tann ábyrgdarfulli flokkurin, ið ikki kundi standa vitni til at ein javnaðarmaður og ein fólkafloksmaður høvdu eina hálva miljard reikandi uttanfyri fíggjarlógina. Bæði Sambandsflokkurin sum heild og Magni Laksáfoss sum persónur hava dugað at sett seg í eina martýrstøðu í mun til hinar báðar flokkarnar.
Um Magni Laksáfoss og Sambandsflokkurin megna at halda fast um “Læruna hjá Laksáfoss” heilt fram til valið, so kunnu hinir samgonguflokkarnir verða noyddir til at laga seg til hesa læruna. Og tá kann gerast talan um eina samgongu við einum fullkomiliga øðrvísi búskaparhugsjón enn tann undanfarna.
Laksáfoss stuðul úr Tjóðveldi
Men alt er ikki so ljósareytt sum tað tykist hjá Sambandsflokkinum og Magna Laksáfoss. So løgið tað ljóðar eru eingir veljarar so ósamdir við Magna Laksáfoss sum júst veljararnir hjá Sambandsflokkinum. Einans 48 % av teimum, ið hava tikið støðu, stuðla afturhaldandi skattapolitikkinum, meðan 52 % hinvegin vilja hava fleiri skattalættar í komandi valskeiði.
Sjálvt av fólkafloks- og sjálvstýrisveljarunum vilja umleið 6 av 10 ikki vita av skattalætta. Umleið 7 av 10 mið- og javnaðarfloksveljarunum vilja ikki hava skattalætta. Og mest móti skattalætta eru veljararnir hjá Tjóðveldi og Miðnámsflokkinum, har umleið 8 av 10 ikki ynskja skattalætta.
Eigur komandi landsstýri at geva fleiri skattalættar? Siga seg velja Ja Nei Fólkaflokkin 42% 58% Sambandsflokkin 52% 48% Javnadarflokkin 32% 68% Sjálvstýrisflokkin 38% 62% Tjódveldisflokkin 21% 79% Midflokkin 33% 67% Miðnámsflokkin 14% 86% Tey, ið hava svarað ”veit ikki”,
eru ikki við í prosentútrokningini
Spurningurin er so um Magni Laksáfoss í grundini er limur í skeivum flokki. Tað eru veljararnir úr Tjóðveldi, ið eru mest samdir við honum hvat viðvíkur skattatrýst. Hinvegin fær hann eisini dyggan stuðul úr Sjálvstýrisflokkinum og Javnaðarflokkinum hvat viðvíkur heldur at útseta íløgur í veghir og tunnlar heldur enn at spara í rakstri.
Ella er Sambandsflokkurin í veruleikanum í ferð við at velta politisku moldina til eina heilt nýggja samgongu eftir valið?
Viðvíkjandi smáu valdømunum og smáu flokkunum eru tølini í veljarakanningini so smá, at tað saktans kann raka meiri enn 10 % við síðunar av, tá hesir smábólkarnir verða býttir upp í uppaftur smærri bólkar. Strangliga tikið má innanhýsis býtið av meiningum í smáu flokkunum og smáu valdømunum ikki síggjast sum annað enn ein ábending.