Jón í 2. flokki hevur ein keðiligan óvana. Av og á finna fingrarnir sjálvir veg upp í nøsina, har teir verða sitandi leingi. Líka til onkur ger vart við tað. So tað ger lærarin. Ofta og hart og kontant.
- Nú mást tú ansa eftir, at fingrarnir ikki sita fastir. Ella fara út gjøgnum oyrini, sigur hann, so øll hini hoyra tað. Og tey bresta útúr. Tað gera tey altíð, tá lærarin argar Jón, sum skundisliga tekur fingrarnar til sín og hyggur niður í borðið.
Søgan her er hvørki íspunnin ella eindømu um lærara, sum happar.
Meðan allar flestu skúlanæmingar hava gott samband við lærarar sínar, eru eisini børn, sum uppliva at verða eyðmýkt, forfylgd, hótt og happað av læraranum. Hetta vísir ein nýggj donsk kanning um sambandið millum lærarar og næmingar í 7. flokki, som almenni stovnurin Dansk Center for Undervisningsmiljø (DCUM) hevur gjørt í samstarvi við Barnaráðið (Børnerådet).
Kanningin, sum fevnir um 620 næmingar í 7. flokki úr 55 ymsum donskum skúlum vísir, at omanfyri 10 prosent av næmingunum í 7. flokki hava upplivað at verða happaðir av læraranum seinasta hálva árið.
Hesi 10 prosentini eru til umrøðu í hesum døgum í donskum miðlum, og støðan verður undirbygt av, at heili 20 prosent av næmingunum siga, at floksfelagar verða happaðir av einum lærara.
Happing er valdsmisnýtsla
Í kanningini verður eisini staðfest, at tað eru tey somu 10 prosentini, ið siga seg uppliva at verða happað, sum ofta standi fyri skotum frá hinum næmingunum. Lærarahappingin fer ofta fram í tímanum, men eisini í fríkorterinum ella aðrastaðni, og tað er sum oftast tann sami lærarin, sum ger seg inn á barnið ferð eftir ferð.
Vanliga tosa happaðu børnini við foreldrini ella onnur um hendingarnar, men heili 33 prosent siga seg ikki hava nakran at tosa um ótryggu støðuna við.
Ole Juhl, leiðari á DCUM, heldur tað vera vanlukkuligt, at lærarar á hendan hátt misnýta skeiklaða valdsbýtið millum seg og næmingarnar.
- Tað er sera torført hjá næmingunum at siga frá mótvegis happingini, tí teir ræðast sjávandi konfrontatiónina við læraran, sigur hann við Politiken.
Læra tá tey trívast
Tað er fleiri ferðir prógvað í kanningum, at beinleiðis samband er millum fakligu førleikarnar og sosiala trivnaðin hjá næmingum. Happaðu børnini siga seg hava ”ilt innaní”, tey kenna seg lítið vird og missa hugin at ganga í skúla.
Í hesum sambandi vísir Dorte Marie Søndergaard, professari og happiserfrøðingur á Danmarks Pædagogiske Universitetsskole (DPU) á, at børn, sum kenna seg ótrygg í skúlanum, ofta batna munandi fakliga, tá tey skifta skúla.
Og happikonsulenturin, Dorthe Rasmussen frá AMOK, sigur við Portalin, at hinir lærararnir sum oftast vita av tí, tá ein lærari er eftir einum næmingi.
- Men, um mentanin á lærarastovuni er soleiðis, at fólk bara brúka hvønn annan sum ventil og til syndanna fyrigeving í staðin fyri at geva konstruktivan kritikk, so er lítil vón fyri framman, greiðir hon frá.
Tó sigur happikonsulenturin, at á nógvum skúlum eru lærarar tilvitaðir um negativ mynstur í mun til flokkar og næmingar og vilja gjarna hava hjálp til at broyta hesi mynstur.
Mikið miðlakjak
Kanningin um lærarahapping hevur elvt til mikið rumbul millum heim og skúla í Danmark, og miðlarnir eru á tremur við áskoðanum um kanningina og fyribrigdið lærarahapping. Foreldur, næmingar og politikarar finnast hvassliga at, at slíkt yvirhøvur kemur fyri, meðan feløgini fyri lærarar og skúlaleiðarar í stóran mun halda kanningina verða yvirtulkaða. Eitt nú skjóta tey seg undir, at børn í 7. flokki eru serliga strævin, tí tey eru tannáringar, onkur vil vera við, at talan ”bert” er um nøkur og trý prosent, meðan onnur siga, at hugtakið ”happing” er ikki nóg greitt í kanningin.
Samanumtikið eru øll tó samd um, at lærarahapping fer fram í skúlunum og at tað skal ikki koma fyri. Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at hol er komið á eitt mál, sum til allar tíðir hevur verið umgirt av tøgn og tabu.