Kopiering skal steðgast. Eisini hóast tað eina tíð verður tvørligari at finna fram undirvísingartilfar, sigur Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag Fyrra skúlaár taldu kopimaskinurnar í føroysku skúlunum 6.721.594 eintøk. Harav hvurvu tey flestu helst niður í botnin á onkrari skúlatasku millum matpakkar og blýants-spísk.
Men nú heitir Magnus Tausen frá lærarafelagnum á limir sínar um at gevast við at kopiera undirvísingartilfar til næmingarnar.
- Ov lítið av peningi er hjá skúlunum at keypa bøkur fyri, og landið letur ov lítið til bókagerð. Eisini vita lærarar ov lítið um útboðið. Nógva kopieringin í skúlunum er síðsti liðurin í hesi ringrás, sum eigur at verða brotin, skrivar Magnus Tausen í Skúlablaðnum.
- Tí noyðast vit hereftir at seta tað krav, at fyrstafloks undirvísingartilfar skal vera í øllum lærugreinum, og at tilfarið skal endurnýggjast minst 5. hvørt ár. Alt annað er óvirðiligt, bæði hjá lærarum og næmingum. Vit mugu lýsa støðuna, hvussu nógv undirvísingartilfar vantar, so at vit kunnu fáa neyðuga tilfarið til vega, sigur hann.
Í Skúlablaðnum verður sagt, at øll hesi ørkini svara til einar 7.000 bøkur, sum eru knappar 300 síður hvør.
Í greinini verður eisini staðfest, at kopieringin ger sítt til, at grundarlagið verður tikið undan bókaútgávuni, og kopieringin er í mongum førum ólóglig, tí talan er um verk, sum eru til taks hjá forlagnum og sum koma undir skipanina við upphavsrætti.
Eisini verður sagt, at kopi hava ikki somu dygd sum snøgga bókin, og tí fáa næmingarnir ikki somu góðu uppliving, sum teir kundu fingið, høvdu teir bókina.