Lærarar skulu ikki roykja ella lukta av tubbaki

Lærarar og onnur, sum arbeiða við børnum, eiga ikki at roykja í arbeiðstíðini, og tey eiga heldur ikki at lukta av tubbaki tá

Tað er niðurstøðan í einari kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri felagsskapirnar hjá donskum hjarta-, lungna og krabbameinssjúklingum. Har siga 72 prosent av teimum spurdu, at fólk, sum arbeiða við børnum, eiga ikki at roykja ella at lukta av tubbaki í arbeiðstíðini.

Kanningin vísir eisini, at støðugt fleiri roykjarar sleppa ikki at festa sær í heima við hús, men verða koyrdir útum at roykja. Sambært kanningini eru 61 prosent av teimum donsku heimunum roykfrí, og hetta er serliga galdandi fyri tað yngra ættarliðið. Harafturat vísir kanningin, at danir vilja helst hava grannar, sum ikki roykja. ??Henrik Byager, sum granskar liviháttin hjá dønum, sigur við Berlingske Tidende, at tølini í kanningini vísa, at bardagin ímóti royking hevur givið úrslit. Hann sigur, at mótstøðan ímóti tubbakinum fekk veruliga vind í seglini, tá forboðið ímóti royking á matstovum og vertshúsum kom í gildi.