Ein barnaskúli í Lyngdal í Noregi hevur havt stórt smittuútbrot við koronu, eftir at ein lærari hevur smittað níggju næmingar og ein lærling eftir fýra skúlatímum.
- Vit kundu sagt, at lærarin er eit smittuspjaðari, men eg vil heldur siga, at tað vóru umstøðurnar, sum gjørdu, at so nógvir næmingar vórðu smittaðir í flokkinum.
Tað sigur kommunuyvirlæknin í Lyngdal kommunu, Henriette Pettersen, við norskar miðlar í dag.
Sum skilst, hevði lærarin eingi sjúkueyðkenni, tá næmingarnir vórðu smittaðir.
Talan er helst um bretska frábrigdið av koronu, sum hildið verður at smitta 70 prosent verri enn vanliga covid-19 virusið.
- Tá vit funnu út av smittuni, vísti tað seg, at lærarin frammanundan var vorðin smittaður av einum næmingi í framhaldsdeildini, sigur Henriette Pettersen.
Kommunuyvirlæknin heldur, at tað meira er tann aktivitetur, sum var í tímunum henda dagin, sum er orsøkin til stóru smittuútbreiðsluna - og ikki persónurin, sum bar smittuna.
Umrøddi skúli er hin størsti í Lyngdal kommunu við 350 næmingum og út við 60 starvsfólkum, og nú er skúlin - í koronuhøpi - litaður reyður.