Abbi mín var lærari. Pápasystur mín var eisini lærari. At vera lærari er eitt sera álvarsamt og krevjandi starv. Hjá mongum var hetta fyrr eitt veruligt kall , eitt starv við meining og innihaldi. Tíðanverri er tað ídag hjá mongum lærarum reducerað til eitt meira ella minni undirbetalt stressjobb.
Øll minnast vit okkara fyrstu lærarar og tað stóru ávirkan teir høvdu á okkum, eina ávirkan fyri lívið.
Fyri at ein lærari skal virka til fulnar krevst at hann hevur rímuligar umstøður at virka undir, bæði fíggjarliga og umhvørvisliga.
Børn okkara skulu hava nøgdar lærarar.
Skúlaverkið í Havn krevur stórar ábøtur. Nógvir skúlar eru niðurslitnir. Eisini er tørvur á fleiri skúlum, ikki minst forskúlum og frítíðarskúlum.
Eisini hetta verður ein stór uppgáva hjá komandi Býráði at fara undir. Hon er líka týdningarmikil sum barna-ansingin og okkara eldri Havnarborgarar.
Tjóðveldisflokkurin fer at loysa hesi mál á ein sømuligan og kostnaðarforsvarligan hátt.