Fyrst og fremst, so vóru tað stigini, sum tað snúi seg um hjá franska landsliðsvenjaranum. Raymond Domenech tóktist vera væl nøgdur um, at hansara menn høvdu vunnið dystin móti Føroyum, og so ongantíð betri, enn at talan var um tryggan sigur, har hvørki kort ella skaðar settu dagsskránna.
- Vit lærdu okkara lektión í Skotlandi. Hesa ferð spældu vit soleiðis, sum tú eigur at spæla móti einum liði, sum leggur dentin á verjuspæl, og tað eri eg nøgdur um. Men tað er púrasta givið, at mær hevði dámt betri, um vit eisini høvdu spælt á hendan hátt móti Skotlandi, staðfesti venjarin.