Kann tað hugsast, at ov nógvir næmingar, ið ikki eru búnir til miðnámsskúlan og heldur ikki hava nóg góð próvtøl, verða upptikin á miðnámsskúla og fylla klassastovurnar?
Er tað ikki so, at miðnámskúlarnir v.m. als ikki hava umstøður til at taka ímóti øllum teimum lesandi, ið eru sloppin í skúla?
Er tað rætta leiðin at ganga, tá vit blanda næmingar við høgum miðaltalið frá fólkaskúlanum, saman við floksfeløgunum, ið júst megna at fáa fólkaskúlaprógv? Hvørjum hjálpir ein tílík skipan? Hjálpir tað tí veika næminginum, ið frá byrjan av er verri fyri enn sínir floksfelagar? Hjálpir tað tí sterka næminginum, ið ikki fær tær røttu og neyðugur avbjóðingarnar til sjálvsmenning? Ella hjálpir tað læraranum, ið hevur fleiri enn 20 næmingar á heilt ymsum fakligum støði í klassanum? Ringt er at síggja nakran vinnara í hesi skipan.
Tað verður sagt, at vit mugu taka okkum av teimum veiku, her snýr tað seg um tey fagliga veiku, men vit kunnu seta eitt spurnartekin við, um vit veruliga hjálpa teimum fagliga veiku, við at “trýsta” øll í miðnámsskúla. Kann tað vera, at hesir næmingar, sum verða trýstir í miðnámsskúla ikki eru fakliga veikir, men heldur, at teir ikki eru búnir til víðari lestur.
Skulu vit ikki heldur hjálpa hesum “veiku næmingunum”, við at bjóða teimum eitt tilboð um eitt 1 ára fyrireikingarskeið til miðnámsskúla ella eitt ár á eftirskúla í Føroyum? Hetta vildi uttan iva ment næmingin, og gjørt hann nógv betri føran til víðari lestur frá fólkaskúlanum. Hetta vil væl saktans eisini hækka støðið í miðnámsskúlunum.
Vónandi vildi hetta eisini lætt um hjá skúlunum, ið hava hølistrupulleikar og ringar umstøður at húsa øllum hesum næmingunum. Tí, hvat er tað fyri ein skúli, ið vit ynskja okkum? Og hvat krevja vit av einum skúla?
Vilja vit, at 600 næmingar, hvønn dag, skulu ganga í einum ótíðarhóskandi og heilsuskaðiligum skúla, har hølisviðurskiftir og útlufting er ov vánalig? Hetta eru umstøður, ið eru prógvaðar, at hava negativa ávirkan á innlæring og úrslit hjá næmingunum.
Ella ynskja vit ein skúla, har færri næmingar koma í skúla, men at umstøðurnar eru góðar og allir næmingar skulu fáa, so góð úrslit sum gjørligt?
Sum nú er kroysta vit næmingar inn í skúlar, ið ikki kunnu rúma øllum næmingum! Vit hoyra javnan um næmingar, ið fáa migrenu og hava trupult við at konsentrera seg, orsaka av ringari inniluft? Vit hoyra enntá um, at næmingar fáa útslett og aðrar allergiskar reaktiónir, tí at svampur er í skúlanum. Um tað ikki er nokk, so fáa hesir næmingar eisini skrásett fráveru, um tey ikki kunnu koma í skúla, vegna sjúku, ið er orsaka av vánaligu umstøðunum. Hettar hevur eisini viðført at foreldur kenna seg noydd til at senda børn síni av landinum á miðnámsskúla.
Um vit vilja koma hesum trupulleika til lívs, so mugu veruligar broytingar til. Vit broyta einki, við at taka áræði frá teimum ungu, ið ofta verða umtalað sum framtíð Føroya, við høpisleysum sparingum! Tað broytir heldur einki, at vit reka øll ung í miðnámsskúla!
Vit skjóta upp
• Mælt verður til at næmingurin skal hava lokið fólkaskúlaprógv við próvtalinum 6 sum minimum fyri at lúka upptøku til miðnámsskúlan. Møguliga kann miðaltalið eisini verða tengt at hvørjum skúla talan er um, HF- og studentaskúla, handilsskúla ella fiskivinnuskúla.
• Mælt verður til, at umstøður verða gjørdar, so at næmingar fáa møguleika at taka eitt fyrireikingarskeið til miðnámsskúla. Vit skjóta upp, at umstøður skulu verða gjørdar, so at hesi skeið kunna takast í teimum størru økjunum í Føroyum, sum t.d. Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Suðuroy ella sum fjarlestur umvegis Internetið. Hetta árið í fyrireikingarskeiðinum vil gera, at næmingurin búnast fakliga og gerst klárur til miðnámsskúlan.
• Vit ynskja eina reformation av stuðulsskipanini. Eitt úrslit av hesum vil vera, at vit bert gjalda lestrarstuðul til tey, ið taka skúlagongdina í álvara, tá miðnámsskúlin í stóran mun, alt ov ofta tykir verða nýttur sum ansingarstovnur eftir fólkaskúlan.
• Vit mæla til, at stuðulin verður tengdur at avriki næmingsins, har miðaltalið/próvtalið hjá næmingum ávirkar stuðulin. Lutfallið í millum miðaltal og stuðul kann verða so: 1) 0 – 7,5 í miðal = 1600 kr í stuðul. 2) 7,6 – 9,5 í miðal = 2200 kr í stuðul. 3) 9,6 – 13 í miðal = 2600 kr í stuðul.
Hetta skal vera við til at læra næmingin, at tað loysir seg at arbeiða og eggja honum at fáa sum mest burturúr lesnaðinum. Hettar skuldi eisini virkað fyri, at tey, ið eru í skúla, fáa meiri burtur úr lesnaðinum, og at fleiri næmingar fáa betri prógv og møguleikar til víðari lestur.
Vegna UfM (Ung fyri Miðflokkin)
Dánjal Mouritsson Joensen &
Rani Andrasson Skaalum