Jóan Pauli Joensen, Jóannes Eidesgaard og Heri Ziska hava saman við Landsbankanum verið niðri í Danmark og lýst fyri føroyskum lánsbrøvum, sum verða úskrivað í juni Í summar er ætlanin hjá Landsbankanum at selja lánsbrøv fyri 1,5 milliard krónur. Eina milliard er peningur, sum í novembur skal endurfíggjast, meðan 500.000.000 hoyra til lánið, sum landið hevur heimild at taka, í samband við hallið á fíggjarlógini.
Fyri at fáa útlendingar at keypa hesi lánsbrøv, sum koma út í juni, hava Jóan Pauli Joensen, Jóannes Eidesgaard og Heri Ziska saman við Landsbankanum verið í Danmark og lýst fyri hesum.
Jóan Pauli Joensen hevur greitt frá føroysku søguni, Jóannes Eidesgaard hevur greitt frá fíggjarpolitikki, meðan Heri Ziska hevur greitt frá oljuleitingum og oljuvánum fyri Føroyar.
- Tiltakið hevur verið ein stór suksé, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri.
Hann leggur afturat, at stórir innvistorar hava víst áhuga, tí útlitini í føroyska búskapinum ikki eru so galin, og tí mann roknar við, at Danmark er eitt slag av bakki aftanfyri.
Tað hava fyri tað mesta verið pensjónskassar, bankar og íløgugrunnar, sum hava víst áhuga.
Sigurð Poulsen greiðir somuleiðis frá, at mann ikki hevur lýst so nógv við Føroyum hasar vegirnar seinastu árini, og tí er týdningarmikið at vísa seg fram.