Síðsta vikuskifti í januar skulu øll foreldur í norðurlondum kanna børnini fyri lús, tí tá brestur stóra lúsakríggið á 31. januar er ásettur at vera almennur lúsadagur í fleiri Norðanlondum.
Lús er vorðin ein stórur trupulleiki hjá smábørnum, skúlabørnum og vaksnum.
Barnatænastan og Apoteksverk Føroya eru tí farin í samstarv um eitt landsumfatandi átak, sum skal basa lús. Átakið nevnist ´Lúsakríggj´ og verður tann 30. januar 2009.
Stigtakararnir siga, at við tiltakinum vilja tey varpa ljós á lús, bæði í fjølmiðlunum og á øllum skúlunum í landinum sama dag.
Tí fáa øll børn í 1., 2. og 3. flokki í hesum mánaðinum at fáa hvør sín posa við lúsakambi og faldara við kunning um lús og viðgerð.
Barnatænastan og Apoteksverk heitir tí á øll foreldur, um at kemba barni teirra vikuskifti 30. -31. januar 2009.