Hvørji rættindini hava føroyskir pápar, og hvør er teirra støða, tá teir ikki búgva saman við børnunum? Í næstu viku skipar Javnstøðunevndin fyri tveimum tiltøkum um evnið. Arbeiðið hjá javnstøðunevndini snýr seg ikki bara um rættin hjá kvinnum. Í næstu viku skipar nevndin fyri tiltøkum í Havn og í Fuglafirði, har hesir spurningar verða vendir:
Hvør hevur leikluturin hjá pápum verið fyrr, og hvussu hann er nú? Hvør er støðan hjá pápum í Føroyum, tá teir ikki búgva saman við børnunum? Og hvørjar reglur hava pápar at halda seg til í mun til samveru og foreldramyndugleika?
Tiltakið hevur til endamáls at økja um kunnleikan til páparættindi í føroyska samfelagnum og til, hvussu støðan hjá pápum í Føroyum er í mun til børnini, tá ið pápin og mamman ikki búgva saman.
Tiltøkini verða hildin soleiðis:
Mánakvøldið 16. mars klokkan 19.30 í Miðlahúsinum í Havn.
Týskvøldið 17. mars klokkan 19.30 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Tey, ið leggja fram, eru:
Jørgen Lorentzen: Leikluturin sum pápi og rættindi hjá pápum í søguligum og nútíðar høpi. Jørgen Lorentzen er søgufrøðingur og granskari við Lærda háskúlan í Oslo.
Lene Moyell Johansen: Foreldramyndugleiki og samvera.
Lene Moyell Johansen er løgfrøðingur og fulltrúi hjá Ríkisumboðnum.
Tiltøkini eru ókeypis og almenn sigur Javnstøðunevndin.