Laksalúsin er vorðin ein so mikið stórur trupulleiki hjá norsku alivinnuni, at Lisbeth Berg-Hansen, fiskimálaráðharri, hevur boðsent øllum teimum týdningarmestu fyritøkunum í alivinnuni til fundar um málið. Fundurin verður hósdagin.
Ráðharrin sigur við tíðindastovuna ANB, at alararnir havt munandi størri trupulleikar av laksalús í ár enn undanfarin ár, og at summastaðni hevur avlúsing ikkið givið tað ætlaða úrslitið. Tað kann koma av, at lúsin er vorðin mótstøðufør.
-Tí er talan um eitt álvarsmál, sum skal loysast, sigur Lisbeth Berg-Hansen við ANB.