Skemt 08 er 20. bókin við tekningum hjá Óla P í Sosialinum. Við hesi bók er talið á tekningum, sum eru komnar út í bók, væl omanfyri 3000. Sum tann 20. bókin í røðini av Skemtbókum er Skemt 08 nú komin í bókabúðirnar. Hon er sostatt at rokna sum ein jubileumsbók. Fyrsta bókin við tekningum hjá Óla Petersen í Sosialinum var Skemt 89.
Í Skemt 08 eru umleið 130 tekningar, sum á sín serstaka hátt lýsa politiskar og aðrar hendingar í føroyska samfelagnum hetta seinasta árið.
Óli Petersen hevur saman við útgevaranum Sosialinum í ár valt at lata sokallaða lásamálið í Tinganesi prýða forsíðuna.
Bókin er sett og umbrotin á Sosialinum og prentað á Føroyaprent.
Við Skemt 08 er talið á tekningum, sum eru komnar út í bók, umleið 3000