Ein út av hvørjum fimm snildfonbrúkarum hevur installerað eitt sonevnt »ad block«, sum ger, at hann ikki sær lýsingar á heimasíðum. Hetta hóttir handilsætlanir hjá stórum internetfeløgum.
Millum annað Google og Facebook eru hart rakt av teimum umleið 420 milliónum fólkum kring heimin, sum hava bremsað eini munandi inntøkukeldu hjá teimum. Tað skrivar New York Times.
Nýtslan av hesum »ad block skipanum« hevur leingi volt tvístøðu í internetheiminum. Stuðlarnir halda, at tað gevur fólki atgongd til innihald, uttan at tey verða noydd ígjøgnum lýsingar, sum tey ikki ynskja at síggja, meðan mótstøðufólkini – serliga virki av ymsum slag – halda, at lýsingarnar eru ein partur av óskrivaða sáttmálanum millum brúkara og útbjóðara, hvørs tilverugrundarlag ofta er treytað av lýsingarpengunum.
Lýsingarblokering á fartelefonum er vorðin serliga vælumtókt í menningarbúskapum, har fólk serliga nýta fartelefonina til at fara á internetið.
Umleið 36 prosent av snidfonbrúkarum í Asia og í kyrrahavsøkinum nýta reklamublokering, meðan talið í Inda og Indonesia er enn hægri, skrivar blaðið.
Har hava upp ímóti tveimum triðingum av snildfonbrúkarunum aktivt valt lýsingar frá. Til samanberingar liggur talið í USA niðri á 2,2 prosentum.
– Eg eri ovfarin av tølunum, tá vit í vesturheiminum ikki altíð síggja, hvat hendir í menningarbúskapum. Tað er bara ein spurningur um tíð, til vit eru í somu støðu í vesturheiminum, sigur Sean Blanchfield, stjóri felagnum í Pagefair, sum hevur funnið tølini fram fyri New York Times, skrivar Ritzau Finans.