Lýsingin óheppið orðað

Beate L. Samuelsen, formaður í Sosialu nevnd í Tórshavnar býráð, sigur, at í lýsingini eftir 9. kommunulæknanum í Havn segði ongantíð, at nýggjasti læknin skuldi hava nýggjastu høli. Lýsingin hevur heldur verið óheppið orðað

Misnøgd: ? Tað varð ongantíð sagt, at nýggjasti læknin skuldi hava nýggjastu hølini, tá lýst varð eftir 9. kommunulæknanum, sigur Beate L. Samuelsen, formaður í sosialu nevnd.
? Og nú er tað einaferð soleiðis, at vit avgjørdu at geva Jenisi av Rana tey nýggju læknahølini. Hetta komst av, at hann hevur verið lækni so leingi, hevur nógvar sjúklingar og so hevur hann eisini søkt um betri hølisviðurskifti í fleiri ár.
Men viðvíkjandi parkeringsviðurskiftunum í J. Paturssonargøtu sigur Beate, at tey skulu gerast í lagi so skjótt sum møguligt. Sosiala nevnd er væl vitandi um vánaligu parkeringsviðurskiftini, og hevur hon givið byggideildini boð um at gera viðurskiftini uttanfyri betri.
? Vit hava sagt, at viðurskiftini uttanfyri skulu gerast í lagi. Sum er nú eru uttanduraviðurskiftini stak vánalig, og byggideildin hevur fingið boð um at betra tey. Kári Jacobsen fekk hølini í J. Patursonagøtu uppá tað, at viðurskiftini uttanfyri skulu betrast, og um tað ikki verður gjørt, skal hann venda sær til býráðið, kanska borgarstjóran sjálvan, sigur Beate L. Samuelsen.