Um 9-tíðina í gjárkvøldið fekk sløkkiliðið í Klaksvík boð um at koma oman á vestaru bryggjuna.
Hetta hendi eftir fráboðan frá einum persóni sum hevði gingið har framvið. Hesin hevði lagt merki til, at olja lak úr Havnatindi, sum lá við bryggju.
Teir úr sløkkiliðinum vóru skjótir á staðið. Hóast tað regnaði nakað illa, gekk lættliga at fáa lagt út oljusperruna rundan um bátin.
- Vit løgdu hesa sperruna út, fyri at forða fyri at umhvørvið varð dálkað av oljuni.
- Hetta arbeiðið gekk bæði skjótt og væl, sigur Finn Hansen, leiðari hjá sløkkiliðinum.
Í regninum og vindinum fyrrapartin í morgun vóru menn frá IRF í ferð við at súgva upp sum mest av oljuni innanfyri sperruna.
Tað er spf. Sjómentir sum sambært Skipalistan 2006 eigur Havnatind. Talan er um ein útróðrarbát, sum er smíðaður úr furu og eik í Klaksvík fyri skjótt 60 árum síðani.
Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á útgerðarmanni Havnatinds, Ólavi Waag Høgnesen í Klaksvík, áðrenn blaðið fór til prentingar á middegi í dag.