Síðan 1987 hevur Annita Jo havt tíggju ymsikar framsýningar bæði í Danmark og í Føroyum.
Annita er úr Havn, men býr í Danmark. Hon er útbúgvin lærari og í sínum arbeiði heldur hon m.a. fyrilestrar um stressfyribyrging og persónliga menning. Í løtuni er hon lærari á studentaskúlanum í Hoydølum, har hon m.a. undirvísir í donskum og enskum.
Framsýningin verður opin leygardagin 23. og sunnudagin 24. juni frá kl. 14-18.