Lýtaleysir Fastalávintsbollar

Her er uppskriftin sum var í Vikuskiftis Sosialinum

Tað eru óivað fleiri, ið ikki hætta sær undir at baka vatnbakkilsir. Ein møtir einum streymi av ræðusøgum um troyttar, flatar og óáhugaverdar vatnbakkilsir á netinum – tí tað tykist, sum hesin gátuføri baksturin er óálítandi og hevur egnan sterkan vilja. Mong eru tí bangin fyri at fara undir at gera vatnbakkilsir, tí vandin fyri at alt verður flatari enn ein pannukøka altíð lúrir

 

 

 

Og vandin er har, og hann er veruligur. Baksturin verður flatur, um nakrar fáa men strangar reglur ikki verða fylgdar. Tað ber tó til, at fáa fullkomnar, vælsmakkandi fastalávintsbollar úr vatnbakkilsum, um leiðbeiningin verður fylgd.

 

 

Tilfar til á leið 8 vantnbakkilsi

·      2,5 desilitrar av vatni

·      125 gramm av smøri 

 

·      125 gramm av hveitimjøli

·      3 stór egg

 

Mannagongd:

 

·      Set ovnin á 200°

·      Koyr vatnið í eina grýtu, og fá tað upp á kók

·      Koyr smørið í vatnið og smelta tað

·      Síla mjølið niður í vatnið, tá tað kókar – so slepst undan, at klumpar eru í deigginum

·      Rør vatn, smør og mjøl saman, meðan grýtan enn stendur á kókiplátuni. Tað er umráðandi, at man skundar sær eitt sindur at røra mjølið í. Ansa eftir, at tað er væl rørt saman. Deiggið skal vera blankt og sleppa grýtuni

·      Lat síðani deiggið køla av í 15 minuttir

·      Rør síðani eitt egg í deiggið í senn. Tað er sera umráðandi, at tað verður rørt væl, áðrenn tað næsta eggið verður koyrt í. Deiggið skal ikki verða ov bleytt, og tað kann verða nokk við minni enn trimum eggum, men hendan uppskriftin plagar at passa væl

 

·       Rør síðani deiggið saman við eini sleiv, so deiggið samlast

·       Koyr deiggið í ein sproytiposa ella í ein frystiposa og klipp eina hjørnið av

·       Tak eina bakiplatu við bakipappíri á og sproyta á leið 8 vatnbakkilsir á platuna.  Minst til, at vatnbakkilsi ganga og vaksa í ovninum, so lat gott pláss vera ímillum hvørt

·       Vatnbakkilsi er kart, tá tað er gyltið og ljósabrúnt. Tað skal ikki verða ov myrkt. 

 

 

Fylla:

Hvít sjokolata og hindber í pískaðum róma

 

Tilfar:

·      Rómi

·      Hindber

·      Hvít sjokoláta

 

Mannagongd:

·      Píska róman, mosa hindberini og rør tey í róman

·      Smetla ta hvítu sjokulátina í vatnbaði og smyr eitt sindur á vatnbakkilsini

·      Fyll vatnbakkilsini við hindberskúmi

·      Pynta við turkaðum hindberum


Vælgagnist!