Fýra dystir í Formula-deildini eru á skránni í dag, men ivasamt er, um nakar teirra verður spældur.
Í Klaksvík skulu KÍ og HB spæla, men har er framvegis tjúkkur kavi á vøllinum, og tí er illa hugsandi, at spælt verður har í dag.
Á Sandi skal EB/Streymur á vitjan, men tann dysturin er avlýstur, sigur formaðurin í Kappingarnevdnini, Sveinur Tróndarson.
Í Fuglafirði skulu ÍF og Skála spæla, og har eru umboð hjá FSF á veg at kanna vøllin.
Í Havn vóna tey framvegis, at tað ber til at avgreiða dystin millum B36 og Víking.
Fimti dysturin hetta umfarið skuldi spælast í gjár. Tá var dysturin millum B68 og NSÍ útsettur, og hann var als ikki settur á skránna í dag.