Vanliga er lítið av fiski á Fiskamarknaðinum fríggjadag, og dagurin í dag var einki undantak í so máta. Tey 20 tonsini, sum marknaðurin seldi fyrrapartin, fóru fyri góðar 300.000 krónur.
Meginparturin av fiskinum var frá trolbátum. Toskur III fór fyri 16,38 krónur, toskur IV fyri 15,31 krónur, hýsa II fyri 11,50, og meðalprísurin á hýsu III var 10,94 krónur.
Umleið seks tons vóru av longu, og tað mesta fór fyri 13,40 krónur fyri kilo.
Trolbátarnir høvdu eitt sindur av tungu, sum fór fyri 18 krónur kilo í meðal, og eitt tons av skøtu fór fyri 10,00 krónur kilo.