Norðanlond standa seg sera væl á listanum, sum Transparency International hevur gjørt yvir tey lond, har mutur og korruptión trívast væl. Finnland, Ísland og Ný Sæland eru ovast á listanum við 9,6 stigum. 10 stig á listanum svara til, at einki mutur er at finna yvir høvur. Danmark er nummar fýra, meðan Svøríki er nummar seks. Í Noreg hava muturgølur verið seinastu tíðina, men hóast hetta er Noreg á áttanda plássinum á listanum. Í botni á listanum, sum telur 163 lond, eru Haiti, Irak, Guinea og Myanmar.