Lítið av toski og hýsu

Kanningar hjá íslendska havrannsóknarstovninum benda á, at toskaárgangurin í ár er veikur, og at hýsuárgangurin er langt niðan fyri meðal. Tað er fyribilsniðurstøðan aftan á stovnskanningar á Vesturlandinum og Norðurlandinum, skrivar Morgunblaðið.

Samstundis leigaði rannsóknarstovnurin eitt skip at kanna, hvuvvu rækjustovnurin er fyri.

Sambært Morgunblaðnum var lítið av rækju at fáa, men fiskifrøðingarnir mæla kortini politikarunum til at loyva rækjuveiði í vetur, skrivar blaðið.