Lítið fiskaarbeiði hjá Delta og Sandoy Seafood

Nornagestur og Kolumbus landaðu 200.000 pund av upsa á Sandi í síðstu viku


Fiskivinna

Síðan verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum var av, hevur lítið fiskaarbeiði verið á virkjunum hjá Sandoy Seafood í Skopun og á Sandi og tey, sum arbeiða hjá Delta Seafood á Tvøroyri, hava eisini havt lítið at gera.
  Magnus Jespersen, sum er stjóri á hesum trimum virkjunum, sigur, at trolararnir, Nornagestur og Kolumbus, landaðu 200.000 pund á Sandi í síðstu viku. Annars hevur eingin størri landing verið til virkini í oynni í seinastuni.
  Veiðan hjá Nornagesti og Kolumbusi var at kalla bara upsi.
  Á virkinum á Sandi og á Delta Seafood á Tvøroyri verður tann stóri fiskurin flaktur og saltaður, meðan tey í Skopun virka fiskin til flak.
 
Útróðurin

- Støðan hevur verið á leið tann saman á øllum trimum virkjunum við óstøðugum arbeiði, síðan verkfallið var av. Undan verkfallinum var fiskaarbeiði meira støðugt, sigur hann.
  Umframt útróðrarfiskin, sum virkini keypa, liggja feløgini eisini fram við á uppboðssøluni.
  - Útróðrarbátarnir fáa nakað av fiski, men talan er ikki um tær heilt stóru nøgdirnar, sigur Magnus Jespersen, stjóri.