Lítið fiskaarbeiði í Sandoynni

- Eysturbúgvin, sum plagar at landa á Sandi, er farin á gullaksaveiði, og tað merkist týðiliga á virkjunum, sigur Magnus Jespersen, stjóri á Sandoy Seafood.

Fiskivinna

Seinastu tíðina hevur lítið fiskaarbeiði verið á virkjunum hjá Sandoy Seafood á Sandi og í Skopun.
Hesa vikuna er turt gólv á Sandi, men í Skopun verða einir tveir arbeiðsdagar.
Magnus Jespersen, stjóri á Sandoy Seafood, sigur, at minni fiskur kemur uppá land beint nú, og tí er útboðið av fiski eisini minni.
- Haraftrat kemur, at Eysturbúgvin, sum plagar at landa á Sandi, er farin á
gullaksaveiði, og tað merkist týðiliga á virkjunum.
Stjórin roknar við, at Eysturbúgvin verður á gullaksi til einaferð síðst í august; tá plaga teir at fara aftur á vanliga ísfiskaveiði.
Annars ljóðar, at prísurin á gullaksi er góður í summar, og tí kann hugsast, at skipini verða drúgv á gullaksinum í heyst, um veðrið verður nøkulunda, og gullaksur verður at fáa.
Lítil og eingin útróður hevur verið á Sandi í seinastuni, tí tað hevur viðrað so illa, at ikki hevur verið roynandi hjá bátunum.

Frí tvær vikur
Á Sandoy Seafood fara tey í felags summarfrí í viku 31 og 32; hetta eru vikurnar beint eftir ólavsøku.
Magnus Jespersen sigur, at ætlanin er at fremja ymiskar ábøtur á báðum virkjunum, meðan arbeiðsfólkið heldur frí.
- Hetta er stórt sæð vanligt viðlíkahald á báðum virkjunum, sum liggur á láni, sigur
hann.
Hesa vikuna hevur eingin landing verið á Sandi, men Sandoy Seafood hevur keypt nakað av fiski á Fiskamarknaðinum, og tað er hendan fiskin, tey hava arbeitt í Skopun.