Lítið nýtt á nýggjárskonsert

Bæði buldur og brak og Hanus og Janus, tá ein stúgvandi full samkomuhøll á Hálsi var karmur um nýggjárskonsertina 2002

UMMÆLI

Tað var lítið nýtt á árligu nýggjárskonsertini.
Høllin á Hálsi var karmur um konsertina. Hvørki uppmøtingin ella áhugin bilaðu nakað, og hetta sigur kanska heldur ikki so lítið, serliga tá hugsað verður um aldurin á flestu gestunum í høllini.
Trupulleikin við tilboðum til ung og umstøðurnar til dans hevur sjáldan verið meira sjónligur enn í høllini á Hálsi leygarkvøldið.

Byrjan
Fyrsti bólkurin á skránni á nýggjárkonsertini var Deja vu. Bólkurin er mannaður við ungum tónleikarum, sum tó hava savnað sær heilt fitt av royndum, og teir eru meira og meira at síggja og hoyra til størri tiltøk.
Fyrst í komandi ári er Prix Føroyar á skránni, og tí eru áhugavert at hoyra, hvørjir bólkar kunnu hugsast at fara at gera seg galdandi.
Deja vu spældi fyri tað nógva egið tilfar. Bólkurin nýtir tveir sangarar, ið báðir sita niðri, meðan teir syngja, men kortini býr orka og megi aftanfyri sitandi røddirnar.
Og hvat skal mann so siga um tað at spæla fyrst fyri mestsum køldum áhoyrarum.
Teir stóðu so vit sítt og spældu útmerkað, men samanspæl millum bólk, áhoyrarar og høll tóktist ikki rættiliga ganga upp í nakra hægri eind.
Sjálvur hava tónleikararnir óivað havt eitt gott upplivilsi, og teir sýntust eisini at trívast.
Tá fimm skulu vera við, skal onkur vera fyrst, og hesa lata vit vera ein framførslu, sum mestsum fellir uttanfyri meting.

Sýra
Til ungdómin høvdu fyrireikararnir funnið fram til Krit.
Og frá byrjan til enda gekk tað eftir einum beinum snóri hjá bólkinum. Hátalarar rukku næstan upp á hægsa mark, og bólkurin helt seg ikki aftur við at royna at fáa fólk upp á pallin at kasta seg av pallinum. Her komu haraboð um at flippa út.
Tíðanverri fyri tiltakið og Krit, so megnaðu teir ikki at levera vøruna á hesum sinni.
Ikki tí teirra trúliga fjepparar áttu sær vald, men fyri nógv, nógv onnur gjørdist løtan sum ein langur dregil, áðrenn okkurt annað.
Nakað við so fáum variatiónum eigur í ógvuliga stóran mun at vera umhugsað til eina aðru ferð.
Tað er ikki ein spurningur, hvat fyri desibel tann einstaki áhoyrarin vil hoyra, sum onkur kanska vil gera tað til, men heldur ein spurningur um, hvat ein framførsla av hesum slag kann og skal innihalda, uttan so at tað er nakað einstakt svar.
At vera alternativir krevur nógv ? ógvuliga nógv. At fanga er eitt, men at levera er eitt annað.
So kann mann so droyma seg burtur í hugburð og smak, men vit vildu so fegnir hava meira.

Hanus
So er tað, at konsert av hesum slag skal vera fyri hvønn Hanus og Janus, verður hildið av nógvum, og millum annað tí stóð legendan í føroyska tónleikalívinum, Hanus Johansen, á pallinum sum tann triðji í røðini.
At fara frá Krit til Hanus Johansen er broyting, sum kann geva einum og hvørjum kultursjokk.
Hanus Johansen er stórt sæð enn hin sami tónleikarin, so nógv kenna og dáma hann fyri at vera.
Hann kann bara hatta var við at standa á stóra pallinum púra einsamallur. Hansara rødd og ljóð eru nakað fyri seg, og tað er altíð ein fragd at hoyra.
Kanska var tað samanseting ella karmurin. Í øllum førum sat upplivingin ikki líka fast í huganum, sum aðrir av líknandi slagi hava frammanundan.
Nøkur høvi eru bara betri hóskandi enn onnur.
At siga soleiðis hevur einki at gera við tað, at áhoyrarnir í høllini flest allir vóru ungir, og hesi ikki hava innlit í tónleikin ella vóru ikki á lívi, tá hann var í hæddini.
Allir aldursbólkar tola at hoyra ein kvalitet sum Hanus Johansen, og tað at kenna kvalitet er ikki ein eginleik, ungdómsgeneratiónin vantar.

Vit hava hár!
Líka so egin sum Hanus Johansen er tónleikabólkurin MC Hár. Ein hin mest sermerkti føroyski tónleikabólkurin seinnu árini við teimum mest hugvekjandi framførslunum er alt nakað, sigast kann um MC Hár.
Og tað, at koyra sítt show, fær støðugt meira innihald, tá MC Hár fer á pall. Hesaferð við einum 7-8 tónleikarum, og so høvdu teir eisini verið ein túr í sirkus heiminum eftir ungum manni, ið dugir serlig kynstur.
Bólkurin hevur fingið sum siðvenju at skifta dúgliga í manningini, og leygarkvøldið var tann altdominerandi hárrúgvan í form av Niels Una Dam ikki við teimum á pallinum.
Eitt sindur keðiligt, tí hann plagar at duga at fáa tað besta og tað ringasta fram í fólki.
Bólkurin spældi fyri tað nógva egin løg, og tey nógv rættiliga kend.
Herrópini og showið var sum tað plagar hart og eksplosivt.
MC Hár dámar at fara um mørk. Teir koyrdu hvørt sekund á pallinum.
Ì so einstáttað til tíðir, men framvegis gott.
Hetta fer so ikki í søguna sum tann besta framførslan hjá bólkinum nakrantíð, men teir eru so framvegis sprelllivandi. Besta framførslan á konsertini.

Aha
Sum síðsta tak og kanska høvuðsnavn var kom Tangz.
Tað er ikki á hvørjum degi, at vit hoyra og síggja nakað til hendan bólk, sum skaraði framúr á Prix Føroyar seinast.
Sum flestir av hinum bólkunum í høllini tykjast tónleikararnir í Tangz eisini at vera sera evnaríkir.
Teir kendu so ella so eisini sína vitjunartíð. Teirra løg passaðu óføra væl til eina høll stúgvandi fulla høll eftir eksplosivu framførsluni.
Tað ber ógvuliga væl til at kjakast um, hvørt raðfylgju hetta kvøldið var hin rætta, men teir áttu so síðsta takið í Tangz, og hetta sluppu teir væl frá.
Teir leita eitt sindur aftur í tíðina og spældu løg hjá eitt nú Aha.
Tað var ikki so grúiliga nógv teirra egna, men tá hugsað verður um tíðina á degnum og áhoyrararnar frammanfyri bólkin, so gjørdu teir nokk tað rætta við at leggja á ein kendan bógv.
Tað var meira lív og ljósari við Tangz á pallinum.
Ein óføra góður konsertbólkur.


Hvat er so ein nýggjárskonsert fyri tann einstaka? Eitt tónleikatiltak? Dansur? Fyrst og fremst er tað mestur møguleikin at sleppa út, og tað tóktiskt eisini sum um, at fólk flest hugnaðu sær óført. Atgongumerkjaprísurin var ógvuliga sámiligur, og fyrireikararnir eiga rós uppiborið fyri tað. Eisini fyriskipanin sum heild tóktist góð.
Hetta skal í síðsta enda var eitt kvøld við innihaldi, og har halda vit, at pláss er fyri greiðum betringum.
Í alstóran mun vóru og nógvir leysir endar, sum merktu konsertina. Ljós og ljóð og heildarmyndir fáa ongi superlativ herfrá. Tað ber væl til at hava færri bólkar, uttan tó at hetta skal vera tað avgerandi. . Formatið eigur at gerast betri fyri eitt so stórt tiltak.
Tá alt kemur til alt, so skal rósast fyri, at eitt tílíkt tiltak verður hildið, og tiltakið eigur at endurtakast ? kanska fleiri ferðir um árið. Pláss eigur at vera fyri fleiri tiltøkum av hesum slag, har fólk í øllum aldri eiga at kunna savnast. Rættiligir konsertir eru tað alt ov lítið av, og karmurin nýtist ikki at vera Norðurlandahúsið.
Kann hetta vera byrjanin til nakað meira og størri, so er nógv vunnið. Hesaferð var tað bara ikki fult so gott.