Lítið nýtt er um Føroyar í PET frágreiðingini. Her fæst at kalla einki at vita, sum vit ikki vistu frammanundan av frágreiðingunum frá kanningunum um Føroyar undir Kalda krígnum. Hóast hesa atfinning er frágreiðingin áhugaverd fyri okkum føroyingar, treyðugt so. Tað er sjálvsagt áhugavert at lesa, at danska stjórnin við virkseminum hjá PET breyt sínar egnu reglur um eitt nú skráseting av politiskum virksemi hjá lógligum politiskum flokkum og felagsskapum í ríkinum. Grefligasta dømið man vera eitt nógv umrøtt loyninotat frá 1968 vent ímóti vinstrahallum politiskum virksemi. PET skuldi skráseta einstakar danskar ríkisborgarar fyri teirra politisku áskoðan og virksemi. Um sama mundið, sum stjórnin góðkendi hesa ætlan, boðaði forsætisráðharrin frá, at eingin í danska ríkinum varð ella fór at verða skrásettur fyri politiska áskoðan ella virksemi.
Nú skal hetta sjálvsagt síggjast við Kalda krígnum í baksýni. Kalda kríggið elvdi til ein ágangandi hugburð ímóti øllum politiskum virksemi vinstrumegin sosialdemokratisku flokkarnar í Europa. Undir slíkum umstøðum hildu demokratiskt valdar stjórnir tað vera rímiligt at benda lógina fyri at tryggja seg móti landsskaðiligum virksemi frá Sovjetvinarligum borgarum. Sovjetsinnaður var at kalla hvør tann hildin at vera, sum var limur í vinstrahallum flokki ella felagsskapi ella, sum tók lut í friðararbeiði ella, sum var limur í friðarrørslum. Tað er í hesum høpi áhugavert, at PET var sera virkið í sambandi við stóru altjóða friðarráðstevnuna í Keypmannahavn í 1988, har eisini umboð úr Føroyum tóku lut. PET frágreiðingin avdúkar, at partar av donsku pressuni samstarvaðu við PET um at sverta ráðstevnu so væl sum einstakar luttakarar. Fyri okkum, sum royna at halda fast um hugmyndina av pressuni sum ”óhefta fjóðra statsvaldið” er hetta sjálvsagt hugstoytandi lesnaður.
Sum nevnt er ikki nógv nýtt um Føroyar. Vit fáa enn einaferð váttað, at russaraóttin var stórur og at PET eins og aðrir danskir myndugleikar óttaðust búskaparliga samstarv Føroya við Sovjet og onnur lond handan jarntjaldið. Danskir myndugleikar høvdu eftirlit við virkseminum hjá stóra veiðiflotanum hjá Sovjet og øðrum eysturblokkslondum, men sum væntað eru eingi dømi um føroyingar, sum runnu ørindi fyri Sovjet.
Partar av donsku pressuni hava longu gjørt vart við, at PET nevndin ikki hevur givið okkum allan sannleikan. Orsøkirnar eru nógvar, eitt nú, at partar av skjalasøvnum PETs eru burturbeindir og at PET nevndin ikki hevur troytt allar tøkar heimildir um evnið. Sostatt kenna vit enn ikki allan sannleikan um danska ríkið undir Kalda krígnum, og seinasta orðið er tí ikki sagt í hesum máli. Alt bendir á, at øll skrásett fáa rætt til skjalainnlit í egnar journalir. Um stutta tíð kann tí ein og hvør, sum heldur seg hava verið í kikaranum hjá PET, fáa hetta váttað ella avsannað og krevja at verða strikaður av skránni yvir fólk, ið hava rikið lands- ella ríkisskaðiligt virksemi.