Lítið og einki arbeiðsloysi millum ung

Í oktober var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið í Føroyum 1,4 prosent samanborið við 1,5 prosent mánaðin frammanundan og 2,3 prosent í oktober í fjør.

Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

Lítið og einki arbeiðsloysi er millum ungfólk. Í aldrinum 16-24 ár eru bert 0,9 prosent arbeiðsleys, og talið er tað sama fyri kvinnur og menn.

Samanumtikið er lægsta arbeiðsloysið millum tey í aldrinum 16-24 og millum tey í miðjum aldri 45-54 ár – í báðum bólkum er tað 0,9 prosent. Hægsta arbeiðsloysið er millum tey í aldrinum 25-34 ár – har er tað 1,7 prosent.