Lítið studio við stórum lurtaraskara

Hesa seinastu vikuna hevur stjórin, Jógvan Jespersen einsamallur røkt tíðindatænastuna hjá útvarpinum. Hetta hevur verið ein strævin vika, men við royndum sínum hevur hetta borið væl til. Kl. 13 í gjár komu so starvsfólkini aftur til arbeiðis.

Ikki eitt ljóð hoyrist í gongini.
Øll ljós eru sløkt. Eingin telda er tendrað. Allar hurðar afturlætnar. Ikki eitt menniskja at síggja. Og tó!
Uppi í innasta rúminum á ovastu hæddini situr ein maður og arbeiðir við sveittabrot. Stjórin sjálvur.
Hann tosar í telefon. Klokkan er 10:36 og líkt er til at okkurt er í umbúna á almenna arbeiðsmarknaðinum. Jógvan Jespersen hevði Bárð Nielsen í hinari telefonin.
- Hetta er útvarpið. Jógvan. Eg forstandi at tað er uppundir endan av støðuni.
Hann steðgar á eina løtu, meðan fíggjarmálaráðharrin greiðir honum frá støðuni beint nú.
- Ja, eg skilji. Eg ætlaði bara at vita, hvar eg kann fáa fatur á tær aftaná kl. 11. OK, á hesum nummarinum. Fínt!
Hann leggur telefonina frá sær. Fær sær eitt sindur av kaffi, og setst aftur við telduna at skriva.
Høvuðstíðindini eru har. Tey alment løntu skulu aftur til arbeiðis. Nú skulu so tey útlendsku tíðindini gerast liðug og at enda veðrið.
Knøttarnir á telduni ganga heitir. Stjórin er ikki óvanur við slíkt arbeiði. Hann hevur drúgvar royndir sum tíðindamaður, og nú sæst eisini ein endi á hesi arbeiðsósemjuni.
Stjórin hevur sitið so eina á tíðindavaktini í eina viku. Gongst soleiðis sum tíðindini nú ljóða, koma starvsfólkini øll aftur til arbeiðis kl. 13.
So verður aftur lív í borgini.

Skipað borð
Skrivstovan hjá stjóranum er rúmlig. Har er eitt skrivaraborð og eitt minni borð við sofu, har smærri fundir kunnu haldast.
Skrivaraborðið er á tremur við alskyns pappírum og málum, sum ein stjóri til eina og hvørja tíð má og skal taka støðu til.
Her er nógv at halda skil á. Hjá einum stjóra er tað umráðandi at hesi skjøl og pappír liggja skipað. Eisini hjá einum útvarpsstjóra. Og tað gera tey.
Mitt á borðinum stendur tann obligatoriski kaffikoppurin við rúkandi kaffi í. Tað munnu vera fáir útvarpsmenn sum ikki dáma kaffi.
Móti vegginum stendur so eitt av amboðunum hjá einum tíðindastovni: Teldan. Ein stórur skíggi, har Jógvan longu hevur skrivað tey fyrstu útlendsku tíðindini.
Norske studenter eitur ein yvirskrift á frummálinum. Helst verða hesi tíðindini ein partur av innslagnum til sendingina kl. 12:20.
- Og so er bara veðrið eftir, sigur Jógvan fegin á málinum.

Fløgan klár
Høvuðstíðindini eru har, hóast samrøðurnar við báðar partarnar vanta.
Tey útlendsku tíðindini eru eisini liðug. Veðrið er skrivað. Og lýsingarnar verða lisnar upp beinleiðis, út frá tí sum lýsarin hevur sent inn.
Enn er klokkan ikki meiri enn 10:52. Avtalan millum partarnar skal undirskrivast kl. 11, so hann fær sær ein kaffimunn aftrat.
Tíðindini verða printað út. Hann skrivar framvegis á telduna - hesa ferð nakrar spurningar til Bárð og Gunnleiv. Her ræður um at nýta hvørja løtu fult út.
Kl. er 11:02, og hann klárur at fara í studio 4.
Ein íslendsk fløga liggur klár við pultin í studio. Onkur hevur kanska hildið, at lagið hjá Vestmonnum Eg siti so eina hevur verið heldur ofta at hoyrt hesa seinastu vikuna.
- Enn havi eg ikki avgjørt, hvønn tónleik eg fari at spæla eftir tíðindini í dag, sigur stjórin.

Enn í venjing
Tað var seinnapartin hósdagin í farnu viku at tað slitnaði í samráðingunum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
So skjótt sum boðað varð frá hesum við lýsing í útvarpinum, gjørdist stjórin álitið hjá lurtarunum hjá útvarpinum í Kringvarpi Føroya.
Hann boðaði frá, at tvær tíðindasendingar fóru at verða hvønn dagin á middegi og aftur um kvøldið. Og hesar hevur hann so staðið einsamallur fyri.
- Eg eri ikki heilt farin út av trening at gera tíðindi. So galið er tað ikki!
Hetta er ikki fyrstu ferð at Jógvan er í hesi støðuni. Tað longsta hann soleiðis hevur verið til arbeiðis sum einsamalt tíðindafólk í útvarpinum var í samfullar 23 dagar.
- Ta ferðina var tað eitt sindur strævið, viðgongur stjórin.
Hesa ferð er líkt til at hann bert verður til arbeiðis í eina viku, nú líkt er til at partarnir hava gjørt eina semju.

Einmansstudio
Ein av útvarpsmonnunum kemur inn á skrivstovuna. Dia Midjord.
Hann hevur eisini fylgt gongdini, og er til reiðar at fara aftur til arbeiðis, tá boðini koma um tað.
- Ja, tit møta so kl. 13, sigur stjórin.
- OK, sigur Dia. Eg fari so bara at ringja runt fyri at siga tað við hini.
So er hann farin.
Jógvan fer oman trappurnar og inn í lítla studio 4. Her stendur øll útgerðin fullkomuliga klár.
- Vit hava altíð eina tilbúgving til slíkar støður sum hesa, sigur stjórin.
Studio 4 er eitt eittmansstudio. Tað er einfalt at brúka, og ivast nakar í onkrum, so liggur ein leiðbeining um, hvussu ein ger líka frá tí at tendra sendinetið og til at gera eina tíðindasending.
- Lat líka hurðina aftur!
Hann fer yvir til pultin, og tekur headsettið uppá. Tekur hornið av og snarar síðani telefonnummarið hjá fíggjarmálaráðharranum. Hann bíðar eina løtu, men fær ikki fatur.
- Har er bundið, sigur hann.
Hann fer út aftur í gongina, og kemur løtu seinni inn aftur við einum glasi við vatni. Hann roynir aftur.
Hesaferð fær hann fatur á Bárði.

Lítið studio
- Tú, Bárður. Eg ætlaði at fáa eina viðmerking frá tær ... Nå, sáttmálin er ikki undirskrivaður enn?! So, ringi eg aftur um eina løtu!
Klokkan er 11:11 og enn er góð tíð til tíðindini skulu í luftina.
- Tað hevði helst verið best um eg fekk teir báðar Bárð og Gunnleiv inn í studio, men tað er ov lítið til tað.
- Eg tosi tí fyrst við Bárður. Og síðani havi eg eina avtalu við Gunnleiv. So fái eg báðar partar við í sendingina, sigur útvarpsstjórin.
Hann hevur havt eina strævna viku. Men um minni enn tveir tímar koma allir starvsfelagarnir aftur til arbeiðis.
So kann hann aftur fara í holt við tær uppgávurnar, sum hoyra einum stjóra til.
Nú er hann ikki sooo eina longur!