- Tað er ikki sørt, at løgmaður, landsstýrisfólk og tingfólk í sambandi við fíggjarlógaruppskotið heiðra seg sjálvi og hvørt annað fyri at hava givið fyritíðarpensjónistum 1.000 kr. meir um mánaðin. Øll gleðast helst um, at hesi bólkurin av borgarum fær ein lætta. Tað sum ikki kemur fram er, at broytingarnar aftanfyri hendan lætta ikki kosta landskassanum nakað, men geva landskassanum eitt yvirskot á 9,4 mió. kr. Kommunurnar hinvegin missa við uppskotinum 25,3 mió. kr.
Soleiðis byrjar Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum og borgarstjóri í Vágs kommunu, eitt lesarabræv sent fjølmiðlunum í dag, har hann finst at landinum fyri at veita ein lætta, ið verður send víðari til kommunurnar at rinda.
Formaðurin í Kommunufelagum vil vera við, at samstundis sum landið veitir ein lætta, ið kostar landskassanum 12,5 millión krónur og kommunukassunum 25,3 milliónir krónur í mistum inntøkum, so justerar Fíggjarmálaráðið samstundis viðbótina, ið fyritíðarpensjónistar fáa, ið ger at landskassin sparir 21,9 milliónir krónur.
Sostatt fáa fyritíðarpensjónistar meira pengar, landskassin sparir meira enn hann rindar og eftir sita kommunurnar við rokningini, sambært útrokningunum hjá Kommunufelagnum.
- Landið fær 12,5 mió. minni inn í skatti. Hinvegin sparir landið 21,9 mió. kr. við at lækka viðbótina til fyritíðarpensjónistar. Samanlagt fær landskassin eina meirinntøku á 9,4 mió. kr.
Broytingarnar hava sostatt við sær eina meirinntøku fyri landskassan á 9,4 mió. kr., ímeðan kommunurnar missa heilar 25,3 mió. kr. í inntøkum.
Tað er ein arbeiðsháttur, ið ikki hóvar Kommunufelagnum.
- Tá ið hugt verður í fjølmiðlar og á sosialar miðlar, so fær borgarin varhugan av, at tað hevur verið eitt tógvið politiskt stríð at fingið hendan lættan til vega. Men framhaldandi verður ikki eitt orð greitt um, hvussu hetta er fíggjað, ikki eitt orð um, at hendan raðfesting landsstýrisins gevur landskassanum eina meirinntøku á næstan 10 mió. kr. Tað er lagamanni at raðfesta, tá ið onnur gjalda, men tað er lítið virðiligt at skrýða seg við læntum fjaðrum, skrivar Dennis Holm.
Til ber at lesa alt lesarabrævið hjá borgarstjóranum í Vágs kommunu við at trýsta á her, har hann eisini ger greitt, at broytingin kann fáa fylgjur fyri eitt møguligt framtíðar samstarv millum felagið og Fíggjarmálaráðið.