Lítil broyting á Eiði

Á Eiði gjørdist Rólant Poulsen toppskorari við 53 atkvøðum, og sambært honum sjálvum verður hann maðurin, ið skal fylla skógvarnar hjá Tordi J. Niclasen

Á Eiði var lítil broyting. Fimm, sum vóru í bygdaráðnum eru afturvaldir og tað gevur pláss fyri tveimum nýggjum. Nýggju fólkini eru Hans Jákup Johansen og Annvør Jacobsen. Seinna nevnda hevur verið í bygdaráðnum fyrr, meðan tað er fyrstu ferð Hans Jákup Johansen er valdur.

Stóra stríðið í dag, er helst um borgarstjórasessin. Fýra eru valdir av sama lista, og tí kundi væl hugsast, at hesin listi fær borgarstjórasessin.

Millum hesar fýra, eru helst allir, ið kundu hugsað sær at verið borgarstjórar, hóast onkur fyrr hevur borið seg undan. Helst verður endaliga stríðið millum Anfinn Kruse og Rólant Poulsen, sum báðir sýnast ynskja sær sessin heilt nógv.

- Eg ætli mær at vera borgarstjóri, tá mann fær mest atkvøður á størsta listanum, er tað nokk so upplagt, at mann verður borgarstjóri, sigur Rólant Poulsen, ið fekk flestar atkvøður í Eiðis kommunu.

Sambært Rolanti Poulsen verða fyrstu málini at gera arbeiðini, ið eru í gongd liðug og at finna útav, hvat landspolitikkararnir vilja við kommunusamanleggingum og uppgávum til kommununa.

Á Eiði var valluttøkan umleið 86 prosent.