Amerikanska rúmdarumsitingin NASA hevur nú almannakunngjørt fylgisveinamyndir, sum vísa, hvussu havísurin kring Norðpólin minkaði frá tí, hann var upp á tað mesta í vár, til hann var upp á tað minsta fyrr í hesum mánaðinum.
Vísindafólk hava sagt, at havísurin kring Norðpólin hevur ongantíð verið so lítil um nú. Kanningar, sum lærdi háskúlin í Bremen gjørdi tann 8. september, vístu, at havísurin var 4,24 milliónir ferkilometrar, og niðurstøðan var, at hetta er tað minsta síðani í 1972. Fyri fýra árum síðani var støðan næstan tann sama sum í ár. Tann 17. september í 2007 var havísurin 4,27 ferkilometrar.
Vísindamenninir í Bremen hava kannað havísin kring Norðpólin síðani 1972, og teirra meting er, at tað eru fleiri túsund ár, síðani havísurin var so lítil sum nú.