Lítil áhugi at verða superstjóri í heilsuverkinum

Bara tríggjar umsóknir komu inn til illa umstrídda starvið sum ovasti leiðari fyri alt tað føroyska heilsuverkið, men mótstøðan ímóti starvinum er so stór, at nú verður tað kanska av ongum kortini

Tað er ikki serliga stórur áhugi fyri at átaka sær tað umstríddu uppgávuna at verða yvirstjóri fyru øll tey trý sjúkrahúsini.

Tað er nakað síðani, at Heilsumálaráðið søkti eftir einum heilvuverksstjóra við ógvuliga víttgangandi heimildum.

Og nú umsóknarfreistin er úti, vísir tað seg, at bara tríggir umsøkjarar eru til starvið.

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum staðfestir, at talan er um tríggjar føroyingar, sum haa søkt.

Men tað er eisini tað einasta, hann vil siga um umsøkjararnar

Hann leggur afturat, at nú fara tey at kanna umsóknirnar og tá verður støða tikin til, um umsøkjarar skulu boðsendast til setanarsamrøður, ella um starvið skal lýsast leyst av nýggjum.


Ógvuliga víðar heimildir

Nýggi heilsustjórin fær ógvuliga víðar heimildir við tað at hann skal samskipa tey trý sjúkrahúsini og hann skal samstundis tryggja at pengar og starvsfólk í heilsuverkinum verða gagnnýtt sum best. Harafturat fær hann evstu ábyrgdina viðvíkjandi fyrisiting, fíggjarligari játtan og í starvsfólkamálum í heilsuverkinum

Stutt sagt fær hann alla yvirskipaðu umsitingarligu leiðsluna av teimum trimum sjúkrahúsunum og hann fær rætt og skyldu til at taka stig á øllum økjum

í Heilsuverkinum, umframt at hann fær ábyrgdina av, hvussu tey trý sjúkrahúsini verða skipað.


Kanska av ongum

Tað er fallið nógvum fyri bróstið at heilsuverksstjórin skal fáa so stórar heimildir, sum talan er um. Bæði úr Suðuroy og í Norðoyggjum hevur verið mælt frá at geva einum einsamøllum stjóra so stórt vald, tí tey stúra fyri, at tað fer at forkoma teimum báðum smærru sjúkrahúsunum og nógvir politikarar duga ikki at síggja nakað sum helst skil í at seta ein stjóra afturat í heilsuverkinum.

Og nú kann tað henda, at starvið verður av ongum kortini.

Nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal snikkast saman, hevur fíggjarnevndin biðið Hans Paula Strøm, landsstýrismann í heilsumálum, koma við einum uppskoti um eina alternativa loysn, har ætlaða virksemið hjá heilsuverksstjóranum verður skipað inni í sjálvum Heilsumálaráðnum í staðin fyri, sum ein yvirskipað leiðsla.

Grundgevingin fyri hesi umbønini er at hava eina loysn at detta aftur á, skuldi tað hent, at politisk undirtøka ikki er fyri at geva heilsuverksstjóranum so víðar heimildir, sum talan hevur verið um.

Hans Pauli Strøm sigur, at fortreytin fyri, at heilsuverkstjórin kemur at røkka sínum endamáli er, at hann fær tær neyðugu heimildirnar til at fyriskipa virksemið tvørturum tey trý sjúkrahúsini og serviðgerðina uttanlands.

- Hetta krevur, at sjúkrahúsleiðslurnar, sum eru, verða umskipaðar við skerdum myndugleika og at sjúkrahúsini í roynd og verðu fáa eina felags ovastu leiðslu, sigur hann.

- Skulu leiðslurnar á teimum trimum sjúkrahúsunum hinvegin varðveita sínar heimildir, verður heilsuverksstjórin eitt óneyðugt eyka leiðslulið, sum kann røkjast betri verið við teimum heimildum, sum longu liggja í Heilsumálaráðnu.

Landsstýrismaðurin leggur afturat, at er ikki polistisk undirtøka fyri at geva stjóranum tær neyðugu heimildir, er tað frægari at skipa eina deild í sjálvum Heilsumálaráðnum, heldur enn at seta ein heilsuverksstjóra við skerdum heimildum.

Og nú skal so politiska og fíggjarliga telvingin næstu dagarnar vísa, hvørja lagnu ætlaði superstjórin í heilsuverkinum fær.