Tað tykist vera lítil áhugi millum føroyingar fyri stóra norðurlendska mentanartiltakinum Havleiki, sum verður hildið í Føroyum í fyrru helvt av juli Stóra norðurlendska dansistevnan, Havleikur, verður hildin í Føroyum í døgunum 9. til 12. juli í ár. Umleið 400 norðurlendskir dansarar hava boðað frá luttøku. Men bara nakrir fáir føroyingar hava víst tiltakinum áhuga, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Fyrireikararnir, sum er ein nevnd, ið landsfelagið hjá føroysku dansifeløgunum, Sláið Ring, hevur sett, halda, at tað er eitt rættiliga óheppið, at bara ein lítil partur av teimum, sum luttaka á stevnuni, eru úr vertslandinum. Helst skuldi tað verið umleið helvt um helvt ella so.
Fyrireikararnir vóna kortini, at fleiri føroyingar fara at tekna seg til stevnuna. Tað ber til enn, tí tilmeldingarfreistin er hesa vikuna afturat.