Fiskivinna
Enn er at kalla eingin tunfiskur fingin í føroyskum sjógvi higartil í heyst.
Í vikuskiftinum kom eitt av japansku skipunum, Koei Maru 108, á Havnina við sjúkum manni. Tað var ?fishing master? ? ella tann reelli skiparin umborð, sum var vorðin sjúkur og hevði tørv á læknahjálp.
Eli Christiansen á Fiskirannsóknarstovuni sigur, at fýra japansk skip gera royndir í
føroyskum sjógvi í heyst, og fyrsta skipið byrjaði fiskiskap, 30. august. Annars plaga japansku skipini at koma hendanvegin um mánaðarskiftið, august/september.
Skipini royna tó ikki bara í føroyskum sjógvi, men eisini í altjóða sjógvi vestanfyri.
- Vit hava ein eygleiðara umborð á hvørjum skipi, og tí verður stovnurin í hvørjum
einstøkum føri kunnaður, tá ið tunfiskaskipini fara út um fiskimarkið og út í altjóða sjógv at royna.
Eingi tons at tosa um
Sum skilst, hava japansku tunfiskaskipini, sum hava royndarloyvi undir Føroyum, bert fingið nakrar fáar tunfiskar í føroyskum sjógvi. Enn eru tí eingi tons at tosa um. Fyrstu vikuna fingu tey ongan fisk í okkara sjógvi, men síðan hevur onkur einstakur fiskur hingið á teirri velduga longu línuni, sum skipini seta. Skipini hava tí eisini roynt í altjóða sjógvi - í ein útnyrðing úr Hattonbanka. Har hevur nakað verið at fingið, og okkurt av skipunum hevur ligið millum ein og seks tunfiskar á hvørji setu.
- Vit hava skilt, at veiðan er lønandi, tá ið skipini fáa einar 4-5 fiskar um dagin, sigur Eli Christiansen.
Hann vísir á, at veðrið og hitalagið í sjónum hava stóra ávirkan á, hvussu tunfiskurin ferðast.
Royndarloyvið hjá japansku skipunum í føroyskum sjógvi fevnir um eitt ár í senn;
tískil kunnu tey sambært loyvinum royna til ársenda.
- Men skipini plaga ikki at royna longur enn út í hálvan oktober, tá ið sesongin vanliga er av, sigur Eli.
Umborð á japansku tunfiskaskipunum liggur manningartalið um 23, okkurt skip hevur tó havt einar 26-27 mans umborð.
Fingu mest fyrsta árið
Síðan 1997 hava japansk skip havt royndarloyvi til tunfiskaveiði í føroyskum sjógvi, og árini síðan ? undantikið í ár 2000 ? hava eini 3-4 skip roynt eftir tunfiski. Í 2000 var bara eitt skip í føroyskum sjógvi.
Umframt at hava eygleiðarar umborð, hava føroyskir línumenn eisini havt høvi at verið umborð á japansku skipunum og fylgt fiskiskapinum, men líkt er ikki til, at áhugin fyri hesum er so stórur longur.
Hagtølini fyri tunfiskaveiði í føroyskum sjógvi eru hesi: 1997 (228 tons, 3 skip), 1998 (174 tons, 3 skip), 1999 (108 tons, 3 skip), 2000 (8,4 tons, 1 skip) og 2001 (65 tons, 4 skip).
Tað er felagsskapurin, ICCAT, sum umsitur alla tunfiskaveiði og tað, sum verður veitt undir Føroyum, verður eisini talt uppí samlaðu kvotuna.
Í Japan er tunfiskur høgt í metum, og japanesarar geva góðan prís fyri hendan fiskin.