Lítil sildaveiða

Higartil í ár hevur lítil veiða verið eftir norðhavssild í íslendskum sjógvi

Fiskivinna

 

Sambært norska fiskivinnublaðnum Fiskaren, halda íslendingar, at 2,5 miljónir tons av norðhavssild standa í íslendskum sjógvi.

Kortini er veiðan lítil.

Tá farið var um hálvan juni, høvdu íslendsk skip bert fiskað 9.740 tons av norðhavssild av eini samlaðari kvotu upp á 148.629 tons.

Skipið, sum tá hevði fiskað størstu nøgdirnar, var ”Hákon”, ið hevði fingið tilsamans 2.338 tons.

Soleiðis høvdu íslendingar 138.889 tons eftir av síni kvotu av norðhavssild, tá farið var um hálvan juni.