Lítil spælitíð til klaksvíkingar

Fýra spælarar, sum fyri tað mesta hava spælt í KÍ, eru partar av besta hópinum í Fuglafirði. Men teir áttu ikki so ógvuliga stóran lut í stríðnum móti meistarunum úr B36.                      Karstin Joensen vardi ÍF málið alla tíðina. Arnhold Joensen varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, og tá ið tað restaðu trettan minuttir, varð Julian Samuelsen settur á vøllin. Tórur Lervig kom ikki á vøllin.