Lítil spenningur um HM

Eingin hevur megnað at staðið Veselin Topalov kurl. Tvey umfør resta í og bulgarski stórmeistarin er hálvtannað stig fremstur

HM í talvi

Avrikið hjá 30 ára gamla Veselin Topalov í HM-kappingini í San Luis, Argentina, er nærum óhoyrt. Einans Anatoly Karpov, Bobby Fischer og Garry Kasparov hava havt líknandi fantomúrslit.
Tá kappingin varð hálvrunnin, hevði Topalov 6,5 stig av 7 møguligum. Tá hevði hann vunnið øll síni fýra talv við svørtum! Einans Viswanathan Anand kláraði í fyrru helvt at fáa javnt móti Topalov The Hurricane, sum hann av mongum nú verður nevndur.

Topalov leikar javnt - og vinnur
Nú tólv umfør eru leikt er eingin broyting í toppinum. Topalov hevur gearað nakað niður við tí í huga, at hann veit um hann ikki tapur í seinnu helvt, endar hann fremstur. Men hóast Topalov hevur leikt javnleik í øllum sínum fimm talvum í seinnu helvt jøvn, hevur tað als ikki verið uttan dyst. Hann hevði vinnandi fyrimun ímóti Alexander Morozevich, sum er komin sterkt inn í hitan aftur í seinnu helvt, og ímóti Michael Adams mátti oddamaðurin stríðast fyri javnleikinum.
Anand hevði møguleikan at leggja trýst á Topalov tá teir hittust í 9. umfari. Hóast Anand ofraði ein riddara og hevði lovandi støðu, valdi indarin ævigt skák. Eftir talvið segði Anand seg ikki síggja hvussu hann kundi vinna, og tað var nú heldur eingin lætt uppgáva.

Svidler tordi ikki
Ígjár var sannur toppdystur, tá Peter Svidler og Topalov hittust. Men Svidler við svarta fólkinum tók ímóti tilboðnum um javnleik í einari heldur verri støðu. Svidler sá seg ikki føran fyri at vinna á Topalov og hugsaði kanska heldur meira um at varðveita 2. plássið. Anand vann tó leikandi lætt á Peter Leko, sum hevur eina ringa kapping, og við sigrinum hevur Anand førkað seg fram á eitt deilt 2. pláss.

Støðan eftir 12. umfar

NavnLandRat.Stig
TopalovBulg27889,0
SvidlerRuss27387,5
AnandIndia27887,5
MorozevichRuss27076,0
KasimjanovUsbk26705,0
LekoUng27635,0
AdamsUK27194,5
PolgarUng27353,5

Judit Polgar, Adams og Leko kunnu als ikki vera nøgd við síni avrik, nú tað resta tvey umfør í kappingini. Rustam Kasimjanov hevur lægsta ratingtal í kappingini og tí er hansara úrslit ikki so galið.

Kann valla kiksa
Mikudagin var frídagur og hóskvøldið okkara tíð fóru superstórmeistararnir aftur í eldin. Tá hevði Topalov svarta fólkið ímóti Kasimjanov. Í seinasta umfari hittur Topalov Polgar.
Topalov kann við tveimum javnleikum tryggja sær heimsmeistaraskapin, men møguliga fer hann eftir sigrinum hósdagin ímóti Kasimjanov og harvið HM-krúnuni. Svidler og Anand hittast í seinasta umfari, men tá er HM kanska longu avgjørt.